Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fimm nýggjar vindmyllur settar í rakstur

Tíðindaskriv frá SEV:

SEV hevur sett fimm nýggjar ENERCON-vindmyllur í rakstur í Neshaga. Tríggjar eru settar upp sambært seinasta framleiðsluloyvinum, og tvær myllur koma í staðin fyri gomlu Vestas-myllurnar. Møguleikarnir fyri vindorku eru øktir við nýggju Power Hub skipanini.

Í kjalarvørrinum á Power Hub skipanini frá DONG Energy, sum SEV setti í verk í gjár, hevur elfelagið tikið í nýtslu fimm nýggjar vindmyllur av slagnum ENERCON í Neshaga á Toftum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, trýsti á knøttin fyrrapartin, tá hátíðarhald var í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni.

Power Hub skipanin loyvir meira vindorku á elkervið, og tær fimm nýggju myllurnar og gamla Nordtank-myllan frá 1993 kunnu tilsamans geva kervinum 17,5 GWt um árið. Tað svarar til streymnýtsluna hjá 3.000-3.500 húsarhaldum.

Tríggjar av teimum nýggju myllunum eru settar upp sambært framleiðlsuloyvinum, sum SEV fekk til tríggjar myllur á Eystnesi. Tvær myllur koma í staðin fyri tær tríggjar Vestas-myllurnar, sum eru tiknar niður. Tvær av Vestas-myllunum fóru illa í nógvum vindi í fjør, og tann triðja er eisini tikin niður og løgd á goymslu.

Harumframt kunnu tær tríggjar myllurnar hjá Sp/f Røkt framleiða tilsamans 7 GWt árliga.

Um allar vindmyllurnar framleiða við fullari megi í eitt ár, t.e. 24,5 GWt, so er tað t.d. 8,5 prosent av allari elframleiðsluni í 2011. Tá vóru framleiddir 275 GWt. SEV miðar eftir at framleiða 58 GWt burtur úr vindi í 2015.

KT-stýrisskipanina, Power Hub, frá DONG Energy er kærkomin í royndunum at útbyggja vindorkuna í Føroyum. Skipanina hevur við sær eitt støðugari elkervi, tí streymslitini verða færri. Tískil økist møguleikin at leiða vindorku út á netið, sum kann taka ímóti fleiri óstøðugum orkukeldum – so sum vindorku – ið ikki nerva netið á sama hátt sum áður.

SEV strembar áhaldandi eftir at framleiða so nógvan streym sum gjørligt burtur úr varandi orkukeldum, og vindorkan hevur ein týðandi leiklut í hesum ætlanum - serstakliga eftir at Power Hub skipanin er farin at virka.