Fimleikurin hjá Krabbameinsfelagnum byrjar aftur fríggjadagin 7. september
Firvaldar
Fimleikur fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi
TVØRFAKLIGT SAMSTARV
Fimleikafelagið Ljósið í Havn, hevur saman við Krabbameinsfelagnum, eitt fimleikalið, ið nevnist Firvaldar. Fimleikurin er fyri øll, sum hava, hava havt ella eru í viðgerð fyri krabbamein, og teirra avvarðandi.
HVÍ RØRA SEG?
Vit venja konditión, styrki og innaru ró. Ùtgangsstøði verður tikið í hvat hvør einstakur megnar.
Avvarðandi eru vælkomin við at íðka og stuðla, og ynskja vit eisini, at hetta verður eitt gott høvi at uppliva nakað jaligt saman.
Miðvís kropslig venjing eftir sjúku og í sambandi við viðgerð, økir mótstøðuføri.
* Minkar um ”møðina”
* Gott ímóti vaml
* Betrar konditiónina
* Styrkir vøddarnar
* Gevur sálarliga vælveru
* Betrar um lívsgóðskuna
VENJARI
Venjari er Beinta Malena Sørensen, Beinta er útbúgvin fysioterapeutur. Vant verður fríggjadag kl. 14.00 til 15.00 í fimleikarhøllini FIMI. Har hava vit sera góðar umstøður.
Tað er ókeypis at luttaka
Ynskir tú at hoyra nærri um fimleikin ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo
Firvaldar hava ein bólk á Facebook har kunning og annað samskifti fer fram. Bólkurin eitur Firvaldar. Sí https://www.facebook.com/groups/426427107435633/
FRÀ LUTTAKARA:
“Síðani eg byrjaði at gera fimleik havi eg fingið tað nógv betur - eg orki alt betri. Eg síggji ljósari uppá tað heila, av at vera saman við fólki, sum eru í somu støðu sum eg. Og so er tað hitin, sum er millum okkum øll.”