
Tórshavnar kommuna hevur í ár virkað sum fólkavald kommuna í 150 ár. Í mai mánaði vóru hátíðardagar, og millum annað varð ein filmur: https://vimeo.com/179452278 gjørdur.
Filmin hava Uni Arge og Hans Petur Hansen stjórnað, og lýsir hann menningina hjá fólkaræðinum í býnum.
Í fyrstani stýrdu bara menn Havnini, og 90 ár gingu, áðrenn nøkur kvinna slapp framat í býarstýrinum.
Í filminum eru nógvar eldri upptøkur úr Havnini, gamlar myndir umframt samrøður.
Filmurin sæst HER: https://vimeo.com/179452278