Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Filmur til ferðafólk

Dan Klein --- 06.06.2018 - 08:30

FERÐSLUTRYGD: Til tess at varpa ljós á nøkur serlig viðurskifti í føroysku ferðsluni gjørdi Landsverk fyri nøkrum árum síðani ein film um ferðslureglur og atburð í ferðsluni í Føroyum. Filmurin, sum nú er dagførdur, vendir sær beinleiðis til útlendsk ferðafólk. Somuleiðis er nýggjur faldari gjørdur við sama endamáli. 

Veganetið í Føroyum er væl útbygt, men ferðslutrygd eiga vit við jøvnum millumbilum at varpa ljós á. Serliga umráðandi er tað eisini at kunningin røkkur út til fremmandu bilførararnar, sum nú bara økjast í tali á føroysku landsvegunum.

Sum avvarðandi stovnur av landsvegakervinum arbeiðir Landsverk áhaldandi fyri, at ferðslan skal glíða so væl og trygt, sum tilber. Hetta merkir eisini, at øll, sum nýta infrakervið, vísa neyðugt varsemi.

Summarið er tann árstíðin, har flest útlendsk ferðafólk leita sær hendanvegin við bili. Flestu teirra kenna ikki føroysku ferðsluna og hava lítlar ella ongar royndir við teimum serligu fyribrigdunum, ið eru eyðkend fyri okkara infrakervi og ferðslu sum heild. Til dømis vansan við seyði á vegunum og einbreytaðir vegir og tunlar.

Við ferðslutrygd fyri eyga gjørdi Landsverk tí fyri nøkrum árum síðani ein film, ið beinleiðis vendir sær til útlendingar.

Filmurin, sum nú er dagførdur, viðger tey atlit, sum allir bilførarar eiga at taka, tá koyrt verður í Føroyum. Talan er um ein teknifilm, sum á greiðan hátt vísir nakrar støður, ið allir bilførarar kunnu koma út fyri á føroyska infrakervinum. Ikki minst hvussu einstaki bilførarin best tekur hædd fyri slíkum støðum og kemur best burtur úr teimum.

Í sambandi við framleiðsluna av filminum heitti Landsverk á ferðaskrivstovur, bilútleigarar og aðrar veitarar innan føroysku ferðavinnu, at kunna ferðafólk um filmin og sýna hann, har tað ber til. Hendan áheitanin stendur framvegis við.

Filmurin, sum sjálvandi er á enskum máli, kann síggjast við at trýsta á myndina omanfyri greinina.

Tilhoyrandi faldari kann takast niður á hesi leinkju: http://www.landsverk.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fTidindi%2fLandsverk_Utlendingarfaldarin_2018.pdf


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=NhksvxPy1Pk]