Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Filmur frá klintritúrinum upp á Trøllkonufingur

Í samband við at vit í summar klintraðu upp á 313 metrar høga Trøllkonufingur, hava vit gjørt ein film, sum kókar tann 47.5 tímar langa klintritúrinum niður í 2.45 minuttir (sí niðanfyri).

Tað var tann 6.-7. juli, at vit fýra – John Petersen, Jóhannus Hansen, Pætur Jørðdal Niclasen og Bergur Mikladal – klintraðu upp á gátuføra fingurin, sum rísur omanfyri 300 metrar upp úr Norðuratlantshavinum. 

Sum nakað nýtt varpaðu vit myndir út á internetið meðan vit klintraðu í samstarvi við Vodafone.

Túrurin tók áleið 47.5 tímar, har vit yvirnáttaðu uppi á Ovaraskaði, 260 metrar uppi.

https://instagram.com/p/4yTDYFBgkW/


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=24X9FpeSASY ]