Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarnevndarformaðurin alvitandi

Sambært honum kemur ratingin hjá Moody`s ikki at hava nakra negativa ávirkan á rentustøði hjá landskassanum. Hetta sleingjur hann út av løgtingsins røðarapalli, uttan at hann yvurhøvur hevur ánilsi av, hvussu ratingin hjá Moody`s kemur at síggja út, tá ratingsfyritøkan einaferð fær innlit í tað karaktermorð ið Jørgin Niclasen og Bárður Nielsen nú leggja saman ráð um. Hesir báðir feðgarnir eru arkitektarnir aftaná fyri tí høgrasnaring, ið er farin fram í føroyskum politikki seinasta ári.

Orsøkina til hesa høgrasnaring er fyrst og fremst, takka verið einum løgmanni ið enn ikki hevur sæð skriftina á vegginum. Hinvegin so hevur alt føroya fólk verið vitni til, at fólkaflokkurin og heykanir í hansara egna flokki fullkomuliga hava sett hann út av spælinum, bæði politiskt og á annan hátt.

Bárður Nielsen sum fíggjarmálaráðharri var fyri fáum árum síðani høvusarkitekturin, tá rentuskattalógin bleiv broytt, so tað bleiv lukrativt skattliga at handla partabrøv. Hetta kom at gerast eitt gott ískoyti til landskassan, segði hann, eins og fólk fingu tað fatan, at virðisbrævamarknaðurin var eitt gullnám.

Í staðin fyri gjørdist tað ein fíggjarlig vanlukka, fyri eina rúgvu av føroyskum skattaborgarum. Fólk tóku lán, summi veðsettu síni hús fyri at sleppa upp í gulldansin, sum Bárður Nielsen fyrigyklaði fyri fólki.

Bankarnir góvu starvsfólkunum bonus fyri at yvurbevísa sínum kundum, um at keypa partabrøv. Ja, bankarnir fóru so langt sum, at siga seg selja partabrøv " við ongum váða " sum eftirfylgjandi vísti seg at vera ein beinleiðis lygn.

Avleiðingarnar síggja vit í dag, har Føroya Rættur í millum annað, viðgerð eitt mál har ein pensionistur setti alla sína uppspardu pensión í partabrøv " við ongum váða." Í staðin fyri misti hon alla sína uppspardu pensión, sum hon hevði upparbeitt, sítt arbeiðsføra lív. So spurningurin er, hvussu álítandi fíggjarliga orakli hjá Sambandsflokkinum er, nú hann sigur seg vera garantur fyri, at Moody ikki fer at niðurgradera ratingina hjá Føroyum, sjálvt Um Landsbankin fær mønustingin.

Nú runubløk og niðurgerðingin av Landsbankanum er í hæddini, og neokonservativu kreftirnar kníggja sær í hendurnar, so kunna vit í ljósinum av hesum ásanna, at líka síðan Landsbankin varð stovnaður í 1978, so hava høgrakreftirnar bert bíða eftir røttu løtuni, at likvidera Landsbankan. Fólkaflokkurin í tá hevði ein meira liberalan formann í Jógvan Sundstein, var við til, at stovna Landsbankan.

Hann stuðlaði eisini Javnaðarflokkin, tá hesin fekk tvey av sínum hjartamálum samtykt á løgtingi, nevnliga Samhaldsfasta og ALS. Hóast táverandi heykarnir í Fólkaflokkinum vóru ímóti hesum báðum stovnum, sum eingin í dag hevði vilja verið fyri uttan, so gjørdu Jógvansa liberalu sjónarmið seg galdandi, soleiðis at uppskotini vóru framløgd og samtykt. Í millum annað so kravdi konservativi bólkurin í Fólkaflokkinum, ar ALS gjaldið ikki skuldi upp um 50 % av eini arbeiðaraløn. Men Jógvan Sundstein saman við Atla Dam setti heykarnar í Fólkaflokkinum uppá pláss,so persónliga eigur fyrrverandi formaðurFólkaflokksin sín stóra lut í, at vit í dag hava ein væl virkandi samhaldfasta, og ikki minni eina vælvirkandi arbeiðsloysistrygging.

Men tá tað er sagt, so ivist eg onga løtu í, um sitandi leiðsla hevði mynda Fólkaflokkin tá, so var hvørki ALS ella Samhaldsfasti samtyktur . So takk skal tú hava fyri tað Jógvan.

Meðan øll verkafeløg bæði á sjógv og landið, eins og arbeiðsgevarafelagi ið umboðar vinnuna bæði á sjógv og landið eru í móti, at fíggjarmálaráðharrin likviderar Landsbankan,so tekur Felagi Peningastovnar fult og heilt undir við hesi ráðagerð fíggjarmálaráðharrans. Sum onkur segði undir viðgerðini í løgtinginum, so var hetta fyri peningastovnarnar, sum tá ið ein gav smábørnum bomm. Men hinvegin, sum fleiri søgdu undir viðgerðini, so áttu allar reyðar lampur at lýsa orsaka hesum.

Bankarnir eru yvaleysa stórir til okkara fíggjarviðurskifti í dag, og var tað ikki orsøkin til at Eík Banki fór á heysin, at hann gloypti yvur meira enn hann var ætlaður til. Og hevði Føroya Banki verið líka skjótur á sjóarfallinum sum Eík Banki,so var hann helst eisini farin á heysin. So stutt tíð er farin síðan húsagangin í Eík Banka, at tey sum vóru drigin uppá trá, við órealistiskum og beinleiðis ósonnum lyftum frá bankans síðu, sita sum fyrr sagt, í hesum døgum í Føroya Rætti. Har royna tey at bjarga sær undan teimun fíggjarligu avleiðingunum tey fingu, orsaka av teimun fúlu misinformatiónum Bankans. Men nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð, tí nú rennur Eík Banki undan ábyrgdini, og gramleikin verður í staðin fyri settur í hásætið.

Og eingin ivi er um, at tað er fæi hjá Landsbankanum og Samhaldsfasta ið peningastovnarnir, stremba eftir at fáa til høldar um ikki so langa tíð.

Hendir tað , at Moody orsaka av avtøku Landsbankin niðurgraderar tað sera góðu rating í Føroyar hava, so kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri føroyskan búskapin. Bara ein hækking uppá 1/4 % kan fáa ógvusligar fylgjur alt samfelagi, bæði á sjógvi og landið. Tí verri líkist politikkur samgongunar meira og meira tí sum koyrdi Ísland á húsagang. Har góðu politikkarnir peningastovnunum, saman við spekulantunum leysar teymar, við tí úrsliti at samfelagi alt fór á heysin. Rokningina kom vanligi skattaborgarin at gjalda, meðan túsindar av íslendingum fluttu av landinum.

Samstundis liva fleiri av spekulantunum í skattaparadísum runt heimin og njóta lívið. Men spurningurin er um lív teirra verður ríkari av hesum. Alt veldst um atkvøðuneytini hjá samgonguni halda áfram, at trysta á grøna knøttin,soleiðis at okkara samfelag verður í somu støðu sum Ísland var fyri nøkrun árum síðani.

Frank Davidsen