Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarmálaráðið vil hava fleiri lærlingar

TEMA UM SKRIVSTOVULÆRLINGAR: Nýggja samgongan hevur sama ynski sum tann undanfarna, tá tað snýr seg um at almenni arbeiðsgevarin skal seta fleiri skrivstovulærlingar, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við ábyrgd av landsins arbeiðsgevaraheimildum
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
- Eg eri eisini av tí áskoðan, at tað almenna má taka fleiri skrivstovulærlingar inn enn teir níggju, sum fóru í skrivstovulæru í fjør. Tí fari eg at taka málið upp á landsstýrisfundi í næstum.
 
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, í viðmerking til spurningin um hvørja støðu hon hevur til spurningin um hvønn leiklut almenni arbeiðsgevarin hevur, tá tað snýr seg um at útbúgva skrivstovulærlingar.
 
Í aðrari grein á heimasíðuni er víst á, at almenni arbeiðsgevarin í fjør bara gjørdi níggju nýggjar sáttmálar um skrivstovulærlingar, av í alt 307 nýggjum lærlingasáttmálum. Til samanberingar skal sigast, at privata vinnulívið gjørdi 26 lærusáttmálar við skrivstovulærlingar í 2016.
 
Vil hava útgreining
Kristina Háfoss staðfestir, at tað má hyggjast eftir trupulleikanum, tí tað er rætt sum sagt verður, at tað skulu vera fólk at seta við, tá tey, sum í dag eru í skrivstovustarvi hjá tí almenna leggja frá sær.
 
- Orsøkirnar til, at vit ikki hava fleiri skrivstovulærlingar kunnu vera fleiri, og tað, sum eg fyrst og fremst fari at gera er at heita á hini landsstýrisfólkini um at finna útav, hvussu støðan er á teirra øki. Hetta skal geva okkum eitt yvirlit yvir støðuna, sum vit so kunnu arbeiða út frá, sigur landsstýriskvinnan.
 
Kristina Háfoss vil tó í verandi løtu ikki siga nakað um, nær tað koma boð – ella ynski – úr Fíggjarmálaráðnum um, at tað almenna skal taka fleiri skrivstovulærlingar.
 
- Tað ber ikki til at siga nú. Tað eru gingin fleiri ár síðan landsstýrið boðaði frá, at man vildi hava fleiri lærlingar, men kortini er einki hent. Orsøkirnar til tað kunnu vera fleiri. Bæði búskaparligar, men tað er so ikki avbjóðingin beint nú. Eisini kunnu rationaliseringar, samanleggingar og digitaliseringar hava ávirkan á, hvussu nógvir lærlingar vera settir. Tað, sum hevur týdning hjá okkum er at fáa greiðu á hvar vit eru, og hvussu vit koma víðari herfrá. Tað er tað, vit fara í holt við nú, sigur Kristina Háfoss.
 
Innihaldið í læruni
Eitt annað, sum liggur henni á hjarta er at finna útav, um útbúgving, sum hon er í dag, er skrúvað rætt saman.
 
- Vit hava flutt okkum nógv hesi seinastu árini, men hevur henda útbúgvingin flutt seg við? Tað mugu vit eisini finna útav, sigur Kristina Háfoss.
 
Hon leggur afturat, at ein av orsøkunum til broytingarnar er, at fleiri av skrivarauppgávunum eru yvirtiknar av akademiskum starvsfólki, og hóast tað ikki nýtist at vera skeivt, so eigur almenni arbeiðsgevarin at arbeiða fyri at taka fleiri lærlingar inn, so vit hjálpa fleiri fólkum til ta útbúgving, sum tey vilja hava og tryggja, at vit hava fólk at seta við, tá onnur leggja frá sær.