Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarmálaráðið skilir ikki álvaran

Vit hava nú í tríggjar dagar samráðst og víst góðan vilja at finna semju, hóast Fíggjarmálaráðið í stóran mun ikki hevur viljað flutt seg. 

Nú semingsuppskot fyriliggur, mugu vit harmast um, at hetta uppskotið ikki gevur okkara limum lønarlyftið, ið vit eiga at fáa. 

Samráðingarnar hava als ikki tikið hædd fyri okkara krøvum. Tað ganga upp til 8 ár, áðrenn nógvir av okkara limum fáa ágóðan av teimum batum, ið Fíggjarmálaráðið skjýtur upp.

Okkara krav er sum áður, at okkara limir fáa eitt lønarlyft, ið merkist her og nú, so sjúkrarøktarfrøðingar fáa eitt lønarlag, ið er á støði við aðrar fakbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd. 

Svarið er eitt uppskot, ið viskar burtur allan starvsaldur hjá okkara limum við einum pennastroki. Tað er greitt, at einki fakfelag kann góðtaka, at limir, ið ábyrgdarfult hava røkt sítt starv í nógv ár, missa allan vunnan starvsaldur. 

Tað er vorðið okkum greitt, at Fíggjarmálaráðið ikki tekur okkum í álvara, og at viljin at rætta søguliga skeivleikan als ikki er til staðar. 

Okkara limir uppliva hvønn dag, hvussu arbeiðssteðgurin ávirkar sjúklingarnar á føroysku sjúkrahúsunum. Men undir samráðingunum er tað vorðið greitt fyri okkum, at Fíggjarmálaráðið hvørki tekur arbeiðssteðgin, okkara limir ella sjúklingin í álvara. Vit kunnu ikki longur standa og hyggja at, meðan støðan bara versnar. 

Tí kenna vit okkum noydd at herða arbeiðssteðgin, og fráboða tí arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi galdandi frá týsmorgni 21. november kl. 7:00. Tá verða eisini øll undantøk tikin aftur.

Hetta verður gjørt fyri at fáa Fíggjarmálaráðið at skilja álvaran. 

Óluva í Gong, forkvinna