Fíggjarmálaráðið má kunna seg, tá reglur fyri geymaverða settar í gildi
Skriv viðvíkjandi geyma til talgilda samleikan
Grundað á ein fyrispurning frá einum borgara, hevur umboðsmaðurin kannað, um Talgildu Føroyar hava rætt at krevja eitt gjald á 350 kr. fyri at lata talgilda samleikan á einum geyma.
Í § 11 í løgtingslógini um talgildan samleika er ásett, at landsstýrismaðurin kann áseta slíkt gjald. Umboðsmaðurin sá tó ikki, um landsstýrismaðurin hevði ásett eitt gjald ella reglur hesum viðvíkjandi
Umboðsmaðurin bað tískil Fíggjarmálaráðið um at greiða sær frá málinum.
Í frágreiðingini til umboðsmannin ásannaði Fíggjarmálaráðið, at landsstýrismaðurin ikki enn hevði ásett reglur í kunngerð um gjald fyri geyman, men at hetta fór at verða gjørt skjótast til bar.
Fíggjarmálaráðið gjørdi eisini greitt, at tí at kunngerðin ikki enn var gjørd, og at upprunaliga ætlanin í lógini var, at geymin skuldi vera ókeypis, fingu teir persónar, ið longu høvdu goldið fyri geyman, peningin aftur.
Hetta tók umboðsmaðurin til eftirtektar.
Umboðsmaðurin spurdi eisini Fíggjarmálaráðið, um tað var neyðugt, at teir borgarar, ið ikki hava fartelefon ella teldil, mugu møta persónliga á staðnum til tess at fáa ein geyma til talgilda samleikan. Til hetta svaraði Fíggjarmálaráðið, at altjóða trygdarkrøv, ið eru tengd at talgilda samleikanum, gera tað neyðugt við persónligari uppmøting. Umboðsmaðurin tók hetta til eftirtektar.
Umboðsmaðurin heitti at enda á Fíggjarmálaráðið um at kunna seg, tá reglur um gjald fyri geyman verða settar í gildi ( LUM 21/03259).