Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarmálaráðið hevur í gjár gjørt eitt ára semju við Ljósmøðrafelag Føroya.

Karmurin um semjuna er á sama støði sum tær semjur, Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við onnur feløg hetta samráðingarumfarið við at lønin hækkar 2,25% tann 1.oktober 2015. Harafturat eru partarnir samdir um at arbeiða við nýggjum atbeiðstíðarreglum innan karmin fyri 2016, sum avtalað er, skal verða liðugt til tann 1. oktober 2016.