Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarmálaráðharrin mælir til hóvsemi

Dan Klein --- 05.05.2017 - 09:15

TEMA UM BÚSKAPARVØKSTUR: - Tá búskaparliga støðan er sum hon er beint nú, mugu vit sjálvandi rokna við, at fakfeløgini koma við herdum krøvum, men eg fari at mæla teimum til at hugsa um framtíðina hjá samfelagnum áðrenn tey biðja um stóra lønarhækkan, sigur Kristina Háfoss
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
- Spurningurin, sum vit altíð mugu seta okkum, er, um samfelagið hevur ráð til eina ógvusliga lønarhækkan. Hevur tað ikki størri týdning, at vit kunnu halda fast við tað vælferðarsamfelag, sum vit kenna tað í dag, við teimum tænastum, sum vit hava. Skal lønin hækka ov nógv, er ikki vist, at vit klára at halda tað tænastustøði, sum vit hava í dag, og so er meira tapt enn vunnið.
 
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, tá hon verður spurd um, hvat hon væntar av lønarsamráðingunum, sum standa fyri framman.
 
Hon leggur dent á, at hon í verandi støðu ikki vil fyrihalda seg til lønarkrøv ella, hvussu langt hon vil Fíggjarmálaráðið er sinnað at strekkja seg. Tað má koma, tá veruligu samráðingarnar byrja.
 
Stór framgongd
Seinastu nógvu árini hava myndugleikarnir roynt at hildið aftur, so lønarútreiðslurnar ikki vaksa ov nógv, men sambært fakfeløgunum merkir tað, at ikki øll fáa ágóðan av búskaparligu framgongdini sum hevur merkt samfelag okkara serliga síðan 2008.
 
Bruttotjóðarúrtøkan er, sambært framroknaðum tølum hjá Hagstovuni, meira enn tvífaldað, úr 8,5 milliardum krónum upp í umleið 18 milliardir krónur, og fer sambært meting upp um 20 milliardir næsta ár.
 
Í sama tíðarskeiði, frá 2008, er lutfallið millum virkisavlop og virkislønir broytt úr 30 prosentum upp í umleið 80 prosent. Hetta tí avlopini í ali- og uppsjóvarvinnuni, hava verið so ovurhondsstór.
 
Bara í fjør hava hesar fyritøkurnar millum 2,5 og tríggjar milliardir í yvirskoti. Og serliga í uppsjóvarvinnuni eru manningarpartarnir ovurhondsstórir.
 
Tí halda fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, at eisini tey í almennum starvi eiga at fáa lut í búskaparligu framgongdini.
 
Ikki við sviðusoð
Tað skilir landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, men hon heldur kortini ikki, at tey alment settu hava verið við sviðusoð.
 
- Landsstýrið hevur tikið meira inn frá hesum báðum vinnum, júst fyri at tryggja, at tey sum eiga tilfeingið, fiskin, og firðirnar, sum alivinnan brúkar, fáa part í framgongdini, og tað hava tey fingið umvegis ein skattalætta til lág- og miðallønt. Samstundis er barnafrádrátturin hækkaður og so hava vit eisini ásett eitt serligt ískoyti til barnafamiljur, sigur Kristina Háfoss.
 
Tí heldur hon ikki, at tey alment løntu heilt hava verið við sviðusoð. Og so veit eingin heldur, hvussu leingi tað fer at ganga sum tað ger beint nú.
 
- Í løtuni fellir alt okkara veg. Prísur og eftirspurningur, bæði á aldum fiski og uppsjóvarfiski, er í topp, rentan er metlág og oljuprísurin er eisini lágur. Eingin veit, nær tað fer at venda, men vit vita við vissu, at henda støðan fer ikki at standa við í ævir. Tí mugu vit gera tað skilagóða nú, og tað er millum annað at rinda skuld niður og annars tryggja tær vælferðartænastur vit hava, sigur Kristina Háfoss.