Fíggjarløgtingslógin 2012 - viðmerkingar og broytingaruppskot
Framsókn tekur sum heild undir við teimum uppskotum til broytingar, sum fíggjarnevndin hevur gjørt til uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarløgtingslóg fyri 2012, og sum minkar hallið í uppskoti landsstýrisins frá stiviliga 460 milliónum krónum niður á stívliga 360 milliónir krónur. Av tí at vit halda, at bæði uppskotið hjá landsstýrinum og broytingaruppskotini hjá meirilutanum í fíggjarnevndini til fíggjarløgtingslóg fyri 2012 hava nakrar álvarsamar politiskar skeivleikar, kennir Framsókn seg tó noytt at koma við nøkrum sjálvstøðugum viðmerkingum og broytingaruppskotum.
Høvuðstrupulleikarnir eru eftir okkara tykki, at politikkurin hjá samgonguni ikki stingur út í kortið tær grundleggjandi broytingarnar og nýskipanirnar, sum eru neyðugar innan bæði tað almenna og í fyrisitingini av okkara høvuðsvinnu. Innan tað almennna verður plenuklipparahátturin framvegis nýttur í sparingini heldur enn umfatandi nýskipanir, sum nýraðfesta og rationalisera allan geiran. Á vinnupolitiska økinum vanta fullkomiliga insitamentini til neyðugar tillagingar, sum kunnu og skulu geva samfelagnum nógv størri virði enn í dag.
Fyri Framsókn er tað avgerandi, at alt politiskt arbeiði nú snýr seg um menna ein sjálvberandi búskap, sum byggir á skilagóða handfaring av landsins tilfeingi, tí menniskjaliga eins væl og tí náttúrugivna. Tí er Framsókn harðliga ímóti at hækka ríkisveitingina, heldur enn at fara undir at lækka hana. Vit eiga ikki at taka móti teimum 8,6 milliónir krónurnunum, sum ein prístalsviðger av blokkinum er roknað at geva.
Framsókn ynskir ikki sum minnilutin í fíggjarnevndini at skerja ella útseta skattalættan hjá samgonguni. Framsókn er í prinsippinum fyri bæði generellari skattalækking og fyri einum lægri marginalskatti, sum ikki køvir arbeiðshugin hjá føroyingum. Hinvegin harmast vit um, at skattaumleggingin hjá samgonguni bæði virkar asosial og ikki elvir til neyðuga nývirksemið í landinum. Vit vísa á broytingtaruppskotið hjá Framsókn til skattamálið, sum hevði havt kostað einar 30 milliónir krónur meira, enn tað hjá samgonguni, men sum samstundis hevði havt tænt nógv fleiri føroyskum familjum og samstundis elvt til nógv størri búskaparligt umfar í landinum.
Framsókn ávarar staðiliga móti vantandi fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni. Vit mæla til munandi tilfeingisgjald í nýggj veiðurættindi í uppsjóvarvinnuni, eins og vit mæla til, at greiðar tíðarhóskandi treytir um umhvørvisliga, vinnuliga, búskaparliga og sosiala burðardygd verða knýttar at teimum fiskiloyvum, sum verða givin eftir 2018.
Í sínum álitum til fíggjarlógina fyri 2012 hava bæði meirilutin og minnilutin í fíggjarnevndini tikið til eftirtektar, at eftirlønir verða skattaðar við inngjald. Hóast Framsókn framvegis undrast á fremferðina í hesum máli, havi vit tí valt ikki at viðgera tað meira í núverandi støðu.
Framsókn hevur fingið váttan fyri, at arbeiðið við Marknaðgilsdeplinum kemur í eina trygga legu, soleiðis at hann kann standa klárur til nýtslu á sumri 2015 og ikki í 2016. Vit hava harafturat fingið at vita, at nóg mikið er til at taka í løtuni við áður støðlaðum játtanum til Tjóðpallin og nýtt havrannsóknarskip í mun til ta støðuna, prosjektini í løtuni eru í. Verður tørvur kortini á meira peningi til hesar ætlanirnar í 2012, er Framsókn til reiðar at hækka játtanirnar.
Grundað á omanfyri standandi leggur Framsókn tí fram nøkur broytingaruppskot, sum minka samlaða hallið á løgtingsfíggjarlógini frá 2012 enn meira, enn meirilutin í fíggjarnevndini mælir til – frá 363,1 milliónum krónum til 237,65 milliónir.
Broytingaruppskot nr. 1 - Inntøkur – rakstrarjáttan:
Tilfeingisgjald: + Kr. 150.000.000
Vit eiga at halda fast um tilfeingisgjald á nýggj fiskirættindi, tvs. í fyrstu atløgu á makrelkvotur. Mælt verður til, at roknað verður við 150 milliónum krónum í 2012. Hetta er sama upphædd, sum minnilutin í fíggjarnevndini skjýtur upp í sínum áliti. Øll andstøðan er sostatt samd um hetta uppskotið. Mælt verður til, at samgonga og andstøða saman viðgera, hvussu skipanin við tilfeingisgjaldinum skal verða.
Framsókn mælir enn sum áður til, at øll høvuðsvinnan, sum hon er, verður tikin upp til nýggja politiska viðgerð, soleiðis at hon verður nýskipað á ein hátt, sum komandi árini kann útvega bæði vinnuni sjálvari og øllum samfelagnum 100-tals milliónir krónur meira um árið. Hetta eigur at verða gjørt við einum nýggjum grundarlagi undir samráðing um fiskiveiðurættindi við onnur lond, eini betri og burðardyggari umsiting av tilfeinginum og eini størri virðisøking av veiðuni.
Nógv størri møguleikar eru í makrelvinnuni, enn teir, sum higartil eru troyttir. Fyrsta fortreytin fyri at fáa gagn av hesum er, at føroyingar halda fast um ta kvotu, sum vit natúrliga hava rætt til. Onnur fortreytin er, at vit lata so stórar partar av vinnulívinum og samfelagnum, sum tilber, fáa ágóðan av teimum stóru virðunum. Triðja fortreytin er, at vit finna bestu møguleikarnar fyri virðisøking og bestu marknaðirnar.
Harafturat liggja onnur umfatandi virði og bíða okkum í eini meira rættvísari avtalu við hini strandalondini um sildaveiðuna. Her eiga føroyingar eins og í makrelmálinum at krevja nógv meira. Ein meting er, at rætta kravið er í hvussu so er 15% av heildarveiðuni heldur enn teimum 5,2 prosentunum, sum føroyingar góðtaka í dag.
Fyrisita vit fiskirættindi okkara, veiðuhættirnar, virðisøkingina og marknaðarrøktina væl, kann samfelagið ivaleyst vinna eina milliarda upphædd afturat um árið.
Broytingaruppskot nr. 2 - Inntøka – rakstrarjáttan
Justering av sjómannafrádráttinum: + Kr. 4.000.000
Í uppskoti okkara um ein kappingarføran skatt, sum Framsókn legði fram undan løgtingsvalinum, var eitt av broytingaruppskotum okkara, at vit skulu lækka sjómannafrádráttin, samstundis sum vit meira generelt lækka skattatrýstið. Endamál okkara er, at minkingin av sjómannafrádráttinum ikki skal hækka skattin hjá sjómonnum, men normalisera hann í mun til aðrar vinnubólkar.
Samgongan gloymdi at fremja hesa neyðugu broytingina, tá hon setti sonevnda flatskattin í verk. Hetta hevur fingið Føroya Arbeiðsgevarafelag til at lata við seg koma og mæla til, at høvið nú verður brúkt til at fáa burtur tær “avlagandi skipanirnar í skattaskipanini”, sum felagið nevnir tær. Arbeiðsgevarafelagið leggur dent á, at “fortreytin fyri einum dynamiskum arbeiðsmarknaði er, at arbeiðsfjøldin kann flyta seg tvørtur um vinnugreinar”, og at “ein forðing fyri flytiførinum hjá arbeiðsmegini er, at beinleiðis stuðul verður veittur til størv í ávísum vinnugreinum”. Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at skipanin við skattalætta til sjófólk virkar avlagandi millum fiskivinnuna og aðrar vinnugreinar: “Kappingin um arbeiðsmegina gerst ójøvn, og aðrar vinnugreinar verða noyddar til at gjalda meira fyri arbeiðsmegina orsakað av hesum. Hetta er ikki haldbart fyri aðrar vinnugreinar og heldur ikki haldbart fyri fiskivinnuna, sum m.a. orsakað av hesari skipan ikki tillagar seg.”
Vísandi á, at Framsókn í sínum vinnupolitikki ynskir at fáa allan avlagandi stuðul burtur innan fimm ár, mæla vit tí til, at farið verður undir at lækka sjómannafrádráttin. Verður hýrumarkið fyri at fáa frádrátt lækkað úr kr. 470.000 niður í uml kr. 300.000 ber til at lækka samlaða frádráttin soleiðis, at galdandi skattaumleggingin tryggjar, at skatturin hjá sjómanninum ikki hækkar. Hetta verður í 2012 mett at geva landskassanum 4 milliónir krónur eins og kommununum 3,7 milliónir krónur – sambært upplýsingum frá Taks. Síðani eigur sjómannafrádrátturin at verða tikin av, so hvørt skattalætti verður veittur.
Broytingaruppskot nr. 3 - Inntøkur – Rakstrarjáttan
Lækking av rentuútreiðslum: + Kr. 4.000.000
Uppskotini hjá Framsókn bera í sær kr. 125,45 milliónir í minkaðum lánitørvi. Við millum 3% og 3,5% í rentisatsi gevur hetta eina metta lækking í rentuútreiðslum í 2012 upp á 4 milliónir krónur.
Broytingaruppskot nr. 4 - Inntøkur – Rakstrarjáttan:
Økt avleitt virksemi av barnakekkinum: + Kr. 12.000.000
Víst verður til broytingaruppskot nr. 5 hjá Framsókn um barnakekkin. Økta avleidda virksemið verður sett lágt til 40%, sum svarar til 12 milliónir krónur.
Broytingaruppskot nr. 5 - Útreiðslur - Rakstrarjáttan:
Barnakekkur: - Kr. 30.000.000
Í uppskotum okkara undan løgtingsvalinum um ein kappingarføran skatt mælti Framsókn til ein progressivan barnakekk, sum kundi lætta um korini hjá føroyskum barnafamiljum, serliga teimum við fleiri børnum. Endamálið var at varðveita barnafamiljurnar í landinum, samstundis sum peningurin kundi vera við til at kickstarta føroyska búskapin við størri nýtslu.
Skattapolitikkurin hjá sitandi samgongu gevur meðalinntøkunum ov lítlan lætta. Samstundis sum rentufrádrátturin verður lækkaður, er tað tí rætt at tryggja korini hjá barnafamiljunum betur. Flatskattauppskotið hjá samgonguni fær - orsaka av einum óhepnum skattastiga - ikki tann ígongdsetandi virknaðin í búskapinum, sum okkum tørvar. Barnakekkurin kann bøta um hendan skeivleikan.
Verða 30 milliónir krónar latnar barnafamiljunum, kann hvørt barnið fáa umleið 2.300 krónur um árið ella umleið 200 krónur um mánaðin afturat.
Broytingaruppskot nr. 6 - Útreiðslur – Rakstrarjáttan
Lækking av ferðaavgjaldinum: - Kr. 7.000.000
Í Framsókn ásanna vit, at landafrøðiliga støða okkara ger okkum til ein útjaðara í Europa. Vit halda tí, at ‘publicservice’-skyldan í samferðslukervinum ikki bara skal røkka av Fugloynni til Sumbiar, men eigur eisini at fevna um rættin hjá føroyingum at ferðast til grannalondini fyri ein rímiligan kostnað. Tí mæla vit til at lækka avgjaldið til landskassan av ferðaseðlum tilsamans 7 milliónir krónur.
Broytingaruppskot nr. 7 - Útreiðslur – Rakstrarjáttan
Fyribils lækking av ting- og landsstýrismannalønum: + Kr. 825.000
Boðskapurin frá landsins leiðslu er í løtuni er at øll skulu halda aftur við lænarkrøvum hvør á sínum øki. Tí skulu løgtingslimir og landsstýrirsfólk ganga undan og vísa veg. Spurd av einum av dagbløðunum herfyri, um tey vóru til reiðar at fara niður í løn fyribils, svaraðu flestu tingfólk og landsstýrisfólk játtandi. Framsókn mælir til, at lønin hjá tingfólki og landsstýrisfólki verður fyribils lækkað 5%, til javnvág er aftur á fíggjaræógini.
Broytingaruppskot nr. 8 - Útreiðslur – Rakstrarjáttan
Lækking av ferðaendurgjaldinum til landsstýrisfólk: + Kr. 250.000:
Skattafría endurgjaldið, sum landstýrisfólk fáa fyri at koyra millum bústað og arbeiðspláss, hevur eina høpisleysa upphædd í mun til hana, sum aðrir borgarar fáa. Framsókn mælir til, at hendan upphædd verður lækkað 25% beinanvegin. Mælt verður harafturat til, at øll skipanin verður endurskoðað undan fíggjarlógini fyri 2013, so landsstýrisfólk tá fáa sama endurgjald sum aðrir borgarar.
Broytingaruppskot nr. 9 - Útreiðslur – Rakstrarjáttan
Striking av hækkingini av heildarveitingini: - Kr. 8.600.000:
Fyri Framsókn er tað avgerandi, at alt politiskt arbeiði nú snýr seg um menna ein sjálvberandi búskap, sum byggir á skilagóða handfaring av landsins tilfeingi, tí menniskjaliga eins væl og tí náttúrugivna. Tí er Framsókn harðliga ímóti at hækka ríkisveitingina, heldur enn at fara undir at lækka hana. Vit eiga ikki at taka móti teimum 8,6 milliónir krónurnunum, sum ein prístalsviðger av blokkinum er roknað at geva, og sum meirilutin í fíggjarnevndini hevur hækkað inntøkurnar við.
Poul Michelsen, Løgtingsmaður Janus Rein, Løgtingsmaður