Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarlógin er ein styrkiroynd millum samgongu og andstøðu

Løgtingið hevur júst samtykt fíggjarlógina fyri 2015. Ein fíggjarlóg er altíð samansett av nógvum mótstríðandi málsetningum. Millum málsetningarnar kann eg nevna hesar: 

Fyri tað fyrsta hava vit politiskar raðfestingar, sum vísa hvørji mál, politikarar vilja hava framd. Síðani hava vit stýring av búskapinum, har hildið verður aftur í útreiðslunum, tá tíðirnar eru góðar, meðan trýst verður á spitaran tá tíðirnar eru ringar. Og at enda kann nevnast tann fíggjarligi parturin - tað at vit mugu ansa eftir talinum á botnlinjuni.

Tað er ikki lætt at fáa allar hesar og aðrar málsetningar at sameinast. Serliga fyri flokkar í samgongu kann telvingin um fíggjarlógina vera trupul, tí tá tú ert í samgongu, hevur tú ábyrgdina av bæði tænastum, búskapi og fíggjarstøðu. Í somáta hevur andstøðan ein munandi lættari leiklut, tí tað fær ongar fylgjur, um tey lova veljarunum nakrar øktar játtanir, sum kortini ikki verða samtyktar.

Undirskotið skal burtur í 2016
Samgongan hevur sett sær fyri, at undirskotið sum hevur staðið á botnlinjuni í nógv ár, skal vera burtur í 2016. Búskaparliga sær út til at ferð er komin á í samfelagnum, so eisini tað gevur eina greiða ábending um, at rættast er at halda aftur við útreiðslunum. Men so er tað hin spurningurin: Hvussu fáa vit 20 tinglimir í samgonguni at lata vera við at krevja hægri játtanir í einum valári?

Samanumtikið má eg siga, at hetta hevur gingið væl. Vit hava fingið eina fíggjarlóg, har undirskotið er komið niðurum 140 mió. krónur, samstundis sum økini almannamál, heilsumál og útbúgvingar eru raðfest. Hinvegin er spurningurin, um játtanin til íløgur tey næstu árini ikki er í hægra lagið.

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn ynsktu størri útreiðslur
Tá fíggjarlógin kom til aðru viðgerð í løgtinginum, høvdu andstøðuflokkarnir Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn gjørt sítt egna fíggjarlógaruppskot. Ikki óvæntað var teirra uppskot merkt av, at krøvini til eina andstøðu eru ikki tey somu, sum tey eru til eina samgongu. Útreiðslurnar øktust nógv, men kortini var undirskotið minni. 

Hetta komst av, at andstøðan hevði sett eitt hægri tal fyri tilfeingisgjald á inntøkusíðuni, og eisini høvdu tey rokna seg fram til, at tá tey øktu útreiðslurnar, so fóru tey at fáa ein part av brúktu pengunum innaftur í meirvirðisgjaldi. Tað kann vera nakað um tað, men hví høvdu tey so ikki eisini roknað við, at aðrar inntøkur fóru at minka orsaka av at tey hækkaðu tilfeingisgjaldið? Men tílík roknistykki bera jú til at gera, tá tú ert í andstøðu. Tað fær ongar fylgjur.

Loysingarflokkar vilja hava blokkstuðul** Á einum øki vóru andstøðuflokkarnir ikki samdir. Hóast bæði Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava verið samdir um at mæla frá at prístalsviðgera blokkstuðulin í hesum valskeiðinum, so eru flokkarnir ikki samdir um at lækka upphæddina aftur. Javnaðarflokkurin vil nú hava 641 mió. krónur í blokkstuðli, meðan Tjóðveldi og Framsókn vilja hava 615 mió. krónur.

Tað kann undra, at serliga Tjóðveldi og Framsókn vilja hava so nógvan blokkstuðul, men hinvegin so er ikki ringt at síggja, hvørja ávirkan tað hevði havt á teirra fíggjarlógaruppskot, um blokkstuðulin var minni ella var heilt burtur. Samsvar má jú vera ímillum politiskar raðfestingar, búskaparstýring og talið á botnlinjuni, og tað ber ikki til at raðfesta bæði fullveldi og vælferð samstundis. Sum andstøðuflokkar hava tey tí valt at raðfesta fleiri vælferðartænastur, sum verða fíggjaðar við blokkstuðli, og tí hava tey verið noydd at leggja fullveldisdreymin á ís eina løtu. 

Men um hesa tíðina næsta ár, tá løgtingsval hevur verið, sita hesir somu flokkarnir møguliga í eini nýggjari samgongu, og tá er ikki óhugsandi at raðfestingin verður heilt øðrvísi. Eg dugi illa at ímynda mær, at ein samgonga har Tjóðveldi og Framsókn eru við, kann blíva samd um eina politiska kós, har stórar og kostnaðarmiklar yvirtøkur ikki standa ovast á breddanum, og tí má okkurt av hinum tingunum, sum tey fíggjaðu við blokkstuðli í ár, fáa lægri raðfesting. 

Samgongan vann
Fíggjarlógin er ein styrkiroynd millum samgongu og andstøðu, og tað eydnaðist samgonguni at fáa øll tey 20 tingfólkini í samgonguni at standa saman, hóast øll helst kundu hugsað sær, at okkurt var øðrvísi. Undirskotið minkar, og almanna-, heilsu- og útbúgvingarmál verða raðfest. Um eitt ár hava vit møguliga eina nýggja samgongu og heilt aðrar raðfestingar.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin