Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarlógaruppskotið 2015 - langtíðarjavnvág og vælferð tryggjast

Røða hildin í Løgtinginum tann 7. okt. 2014 í sambandi við, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 er til Tingsins viðgerð:

Høvuðsboðskapurin í fíggjarlógaruppskotinum 2015

Góða gongdin hjá vinnuni seinastu árini sæst nú aftur í almennu kassunum.

Optimisman í samfelagsbúskapinum merkist nú av álvara í tænastuvinnuni og trúgvin uppá framtíðina ger, at fólk aftur eru farin at brúka pengar.

Við fíggarlógaruppskotinum 2015 kunnu vit staðfesta, at tað gongur væl í føroyska búskapinum, og at vit nærkast málinum um javnvág hjá landskassanum í 2016. Hetta var eisini tað, ið samgongan setti sær fyri, tá ið hon tók við fyri skjótt trimum árum síðani.

Fyri einum ári síðani, tá ið fíggjarlógin fyri 2014 varð løgd fyri Tingið, metti landsstýrið, at tað fór at verða trupult at náa málinum um javnvág í 2016. Hetta vísir okkum, hvussu skjótt búskapurin í Føroyum kann venda – nakað av einum jo-jo-búskapi.

Tí skulu vit verða varin og framhaldandi føra ein skilagóðan búskaparpolitikk, har leitt og stýrt verður politiskt við skili og fastari hond.

Málið er, at vit aftur fáa avlop á landsroknskapin og byrja at niðurgjalda skuld - tað skylda vit okkara eftirkomarum.

Vit kunnu siga, at tað at átaka sær størri skuld svarar til at pantseta okkara frælsi.

Fortreytin fyri vælferðini er búskaparvøkstur. Og fyri at tryggja búskaparvøkstur verður eisini neyðugt við fleiri bygnaðarbroytingum. Tað eru enn nøkur øki og viðurskifti, ið vit kunnu gera meira við.

Tørvur á vinnuligum nýskipanum

Fyri at tryggja búskaparvøkstur er neyðugt við meira tryggum kørmum fyri okkara høvuðsvinnu og vinnuna annars. Hetta eiga vit at taka í størsta álvara og loysa ongantíð ov skjótt, tí fortreytin fyri okkara vælferð er búskaparvøkstur og vælstandur.

Vit hava ikki ráð at bíða við nýskipanum - tær skulu gerast beinanvegin.

Fyri at tryggja nýskapan og menning, eiga vit at gera skipanir, ið eggja vinnuni og borgarum annars at skapa og bróta upp úr nýggjum. Ein fyritreyt fyri hesum er atgongd til okkara tilfeingið.

Tað er ikki altíð tey, ið sita á tilfeinginum, ið sita inni við bestu hugskotinum, og tí eiga onnur eisini at sleppa framat

Vit hava havt eina metstóra framgongd í vinnuni seinnu árini, við nýggjum pelagiskum tilfeingi og eini alivinnu í heimsflokki. Tað eru framvegis ríkir møguleikar at fáa enn størri virði og fleiri arbeiðspláss burturúr, um rætt verður borið at.

Uppraðfesting av týðandi økjum

Góða gongdin í búskapinum hevur havt við sær, at tað aftur er pláss til uppraðfestingar av týðandi økjum. Tað er bæði gott og neyðugt, at meira er sett av til fyribyrgjandi sjúkuviðgerð og serstakan heilivág, til stakar uppihaldarar og útbúgving. Eisini verður nú tryggja, at samferðslan millum oyggjarnar verður røkt hvønn dag í árinum.

Fyri at tryggja ein effektivan rakstur hjá tí almenna, soleiðis at vit fáa sum mest fyri hvørja skattakrónu, er peningur settur av til eina verkætlan at talgilda almenna geiran enn meira.

Hetta eru skilagóðar politiskar raðfesting í einari tíð, har fígging vantar nógvastaðni.

Góðar tíðir krevja góða politiska leiðslu og stýring

Tað er ongin loyna, at tá ið tað gongur væl í samfelagnum, verður trýstið á almennu kassarnar størri og truplari er hjá okkum politikkarum, at standa ímóti og annars at gera neyðugar bygnaðarbroytingar.

Tí áliggur tað okkum, sum sita við evstu politisku ábyrgd sum Løgting - og evstu politisku ábyrgdarar í okkara landi – at hyggja yvirskipað at fíggjarlógaruppskotinum og fíggjarliga og búskaparliga veruleikanum, vit liva í.

Vit skulu aftur hava avlop og niðurgjalda skuld fyri ikki at liva í skugganum hjá kreditorunum.

Tað er okkara skylda, at lata eitt væl rikið samfelag víðari til okkara eftirkomarar.

Ávaringar um vantandi haldføri í búskapinum

Hóast búskaparliga løtumyndin sær bjørt út, trýtur ikki við ávaringum ymsastaðni frá.

Tað eru komnar fleiri frágreiðingar seinastu dagarnar, Búskaparráðið, Nationalbankin og Moody’s.

Allar staðfesta, at tað gongur væl í føroyska búskapinum júst nú, men at vit hava avbjóðingar fyri framman og at bygnaðarbroytingar eru neyðugar fyri at framtíðartryggja búskapin.

Boðskapurin frá t.d. ratingstovninum Moody's er greiður: Røkka Føroyar ikki málinum um javnvág í 2016, og vit byrjað at niðurgjalda skuld, so er hugsandi, at ratingin versnar og at rentan á landskassaskuldini hækkar.

Eisini verður dentur lagdur á, at tætta sambandið í Ríkisfelagsskapinum er við til at tryggja høgu ratingina og harvið lága rentu.

Høg skuld ávirkar vælferðina

Bruttoskuldin er nú so mikið stór, at ein lægri rating - og harav hægri renta - fer at kosta landskassanum 60 mió. kr. fyri hvørt %-stig, ið rentan hækkar.

Um vit siga, at rentan hækkar 2% - og tað er ikki óhugsandi, tí verandi rentustøðið er metlágt - ja, so økjast útreiðslurnar 120 mió. kr. í einum høggi.

Tað svarar til kostnaðin av 200 røktarheimsplássum ella raksturin av Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahúsið tilsamans.

Hetta eru upphæddirnar, vit tosa um.

Pengarnir skulu brúkast til vælferð og ikki til at gjalda rentur. Í míni verð snýr tað seg um, hvussu vit røkka málinum um at fáa avlop í rakstrinum og aftur niðurgjalda skuld.

Vit kunnu staðfesta, at vit eru á rættari leið. Metta úrslitið á fíggjarlógaruppskotinum er 139,7 mió. í halli og er hetta 57 mió. betur enn játtanarkarmarnir, ið vórðu samtyktir í vár.

Samanborið við onnur lond er okkara búskapar væl fyri. Vit hava undir 1% av BTÚ í halli, arbeiðsloysið niðanfyri 4%, landskassaskuld bara 40% av BTÚ. Hetta eru alt tøl í flestu londini rundanum okkum, bara droyma um innanfyri tey næstu árini.

Útgangsstøðið tá í fíggjarkreppan herjaði var ein rættuliga sterkur búskapur, og hóast stór hall seinastu árini, eru vit framvegis væl fyri, og hetta eiga vit at brúka til okkara fyrimunar.

Tørvur á nýskipanum í samfelagnum

Vit eru hvønn einasta dag í harðari kapping við okkara grannalond um arbeiðsmegina, kapitalin, borgaran og vinnuna. Fyri at standa okkum í hesi kappingini skulu vit verða kappingarfør á øllum økjum, bæði við tænastum til borgarar og vinnuna, fyri sama gjald sum í okkara grannalondum.

Ein náttúrlig loysn - og helst tann einasta loysnin - er at gera tað, sum vit lovaðu at gera, við byrjanina av valskeiðinum.

Samgongan setti sær m.a. fyri at fremja hópin av bygnaðarbroytingum.

Kommununýskipan, heilsunýskipan, skúlanýskipan, pensjónsnýskipan, fiskivinnan á sjógvi skuldi nýskipast, og eisini skuldi ein skattanýskipan setast í verk.

Vit mugu viðurkenna, at tað eru fleiri av hesum nýskipanum, ið ikki eru gjørdar. Tað er harmiligt, tí tað er við nýskipanum, at vit veruliga flyta mørk og kunnu fáa fíggjarlógina til at hanga betur saman.

Skjótt til løgtingsval

Tað er nú eitt ár eftir av hesum valskeiðnum

Vanligt er at siga, at tess longri, man kemur út í valskeiðið, tess verri er at fremja stór mál og nýskipanir.

So her er eitt at gera og tað er at bróta upp um armar og fremja nakrar nýskipanir sum skjótast. Lat okkum taka uppgávuna og ábyrgdina á okkum.

Lat meg enda við enn eina ferð at vísa á týdningin av, at vit brúka góðu búskaparligu støðuna til at gera okkum til eitt innovativt, framkomið og kappingarført samfelag, har øll hava møguleikan at brúka síni evni til at skapa framburð.

Við hesum tryggja vit ein støðugan búskaparvøkstur og harvið høga vælferð.

Bárður S. Nielsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og Fíggjarnevndarformaður