Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarlógaruppskotið 2012 lagt fram

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 eru ongar politiskar raðfestingar. Fíggjarlógaruppskotið er grundað á framskrivingar av verandi virksemi. Orsøkin til hetta er, at løgtingsval varð útskrivað 27. september 2011. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 skal sambært stýrisskipanarlógini vera lagt fram áðrenn 1. oktober 2011.

Inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum 2012 eru mettar til 4 mia. 364 mió. kr. Herav er skattur 2 mia. 078 mió. kr. Av¬gjøld, tollur o.a. eru 1 mia. 670 mió. kr. Heildarveitingin o.a. úr danska ríkiskassanum er óbroytt og verður 616 mió. kr.

Rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) verða mettar til 4 mia. 990 mió. kr. Herav eru rakstrarútreiðslurnar 4 mia. 651 mió. kr., løguútreiðslurnar eru 279 mió. kr., og rentu¬útreiðslurnar eru 60 mió. kr.

Uppskotið vísir eitt hall upp á 626 mió. kr. (RLÚ-úrslitið). Fleiri inntøkur eru ikki við, tí lógargrundarlagið dettur burtur við árslok 2011, so sum Gjald til Heilsutrygd og Tilfeingis/loyvisskattur. Um hesar inntøkur vóru við á sama støði sum í 2011, so var RLÚ úrslitið áleið 129 mió. kr. betri, t.e. eitt hall á 497 mió. kr.

Leinkja til fíggjarlógaruppskotið 2012.

http://www.fmr.fo/Index.asp?pID=3E8266D6-DDBF-471E-8269-E7C79BBBC1A1