Fíggjarligur lætti til sjálvbodnu bjargingarfeløgini
Fyri at lætta um fíggjarliga raksturin hjá sjálvbodnu bjargingarfeløgunum hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum lagt tvey lógaruppskot fyri tingið, soleiðis at oljan til bjargingarbátar hjá sjálvbodnu bjargingarfeløgunum verður frítikin fyri meirvirðisgjald og oljuavgjald.
Á henda hátt er ætlanin at stuðla tað megnar arbeiði, sum sjálvbodnir felagsskapir hvør á sínum øki gera kring land okkara. Sjálvbodnu bjargingarfeløgini umboða ein stóran part av hesum felagsskapum.
Sjálvbodnu bjargingarfeløgini hava brúkt nógva ólønta og sjálvbodna orku til at útvega sær sera framkomnar og nýmótans bjargingarbátar. Hesar bátar eru í dag vorðnir ein sera týðandi partur av tilbúgving okkara á sjónum, og fólkini í bjargingarfeløgunum leggja nógv fyri, tá ið boð eru eftir teimum til bjargingaruppgávur á sjónum. Sjálvbodnu bjargingarfeløgini eru vorðin ein rættiliga týðandi og stórur partur av føroysku tilbúgvingini. Bjargingarbátarnir hjá bjargingarfeløgunum hava gjøgnum árini gjørt eitt sera gott arbeiðið og hava bjarga bæði mannalívum og stórum virðum við teirra skjótleika og dugnaskapi.
Hóast alt arbeiðið er ólønt og sjálvboðið, so er raksturin hjá sjálvbodnu bjargingarfeløgunum sera tungur, serliga oljuútreiðslurnar til framkomnu bjargingarbátarnar tyngja nógv um raksturin. Onkuntíð kemur tað fyri, at tryggingin rindar bjargingarbátunum pening fyri bjarging og sleip, men um so, at bjargingarbátarnir koma aftur við ongum, so gjalda bjargingarfeløgini allar útreiðslurnar. Tað kemur meira enn so fyri, at bjargingarbátar verða boðsendir av MRCC, tí onkur hevur sæð okkurt ljós á sjónum, men eftir at hava siglt í nógvar tímar og einki funnið, er bert at fara til lands aftur, og bjargingarfeløgini bera sjálvi útreiðslurnar av oljunýtsluni.
Tað verður sett sum treyt, at hesir bjargingarbátar ikki verða nýttir til vinnuligt virksemið í kapping við privatu vinnuna, tó kunnu bjargingarbátarnir fáa goldið tryggingarendurgjald fyri sleip og bjarging.