Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjareftirlitið váttar góðu fíggjarligu støðuna hjá Eik Banka

Fíggjareftirlitið tekur sum heild undir við virðisásetingunum av ognum bankans. Bankin hevur tó tørv á at laga einstakar virkisgongdir til nýggju kunngerðina um leiðslu av peningastovnum.

Um mánaðarskiftið august-september 2012 var Fíggjareftirlitið á regluligari eftirlitsvitjan í Eik Banka. Hetta er fyrsta eftirlitsvitjanin síðan virksemið varð yvirtikið frá gamla Eik Banka P/F. Úrslitið fyriliggur nú í hjáløgdu almennu frágreiðingini hjá Fíggjareftirlitinum.

Fíggjareftirlitið gjøgnumgekk nærum helmingin av øllum útlánskrónum bankans á tilsamans 5,7 mia. kr., og kom sum heild til somu niðurstøðu sum bankin í virðisásetingini av útlánunum.

Uppi í teimum lánum, sum vórðu yvirtikin frá gamla Eik Banka, vóru fleiri útlán við vánaligari góðsku. Hesum hevur bankin áður tikið hædd fyri í niðurskrivingunum. Bankin hevur sostatt niðurskrivað tilsamans 571 mió. kr. upp á útlán tann 30. juni 2012. Í sambandi við gjøgnumgongdina hjá Fíggjareftirlitinum varð staðfestur ein meirtørvur á niðurskriving upp á 3,4 mió. kr., sum bankin hevur tikið við í roknskapin við virknaði frá 30. september 2012.

Tá ið virksemið hjá gamla Eik Banka varð yvirtikið, vóru eisini allir skrivstovubygningar bankans partur av yvirtøkuni. Fíggjareftirlitið tekur undir við virðisásetingum bankans, men ynskti eina niðurskriving á 7,4 mió. kr. viðvíkjandi einum skrivstovubygningi.

Nýggj kunngerð um leiðslu av peningastovnum varð sett í verk í Føroyum tann 1. mai 2012. Kunngerðin nágreinar eina røð av formligum viðurskiftum, sum peningastovnar skulu fylgja. Fíggjareftirlitið staðfesti, at tørvur er á at fremja einstakar tillagingar í ávísum virkisgongdum bankans, soleiðis at hesar í størri mun samsvara við nýggju leiðslukunngerðina. Talan er um tillagingar í formligum viðurskiftum, sum í høvuðsheitum stava frá nýggju leiðslukunngerðini, og sum einki hava við fíggjarligu støðuna hjá bankanum at gera.

Fíggjareftirlið og bankin komu til somu niðurstøðu í uppgerðini av solvensinum. Tann 30. juni 2012 var solvensurin 22,5 prosent, meðan solvenstørvurin var 12,1 prosent. Sostatt hevur bankin ein munandi hægri solvens, enn lógin ásetur.

Frágreiðingin frá fíggjareftirlitinum:

http://www.eik.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fEik%2fRedegorelse_finanstilsynet_2012.pdf