Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjareftirlitið setti seg tungt á Eik

Jørn Astrup kom við tveimum fólkum aftrat teimum sjey eftirlitsfólkunum frá Fíggjareftirlitinum, til Føroyar. Nú vita vit, at ørindini vóru ein eftirlitsvitjan av teimum stóru í Eik banka í Havn.

Tíðindini eru dagførd síðani 17.09.2012 - 09:20

Mánamorgunin kundu vit avdúkað, at Fíggjareftirlitið var komið óvæntað á vitjan við sjey fólkum. Nú kunnu vit avdúka, at Jørn Astrup Hansen, eisini er komin til Føroyar við tveimum fólkum.

Í morgun mundi mangur gerast kaldur niður eftir rygginum, tá Fíggjareftirlitið bankaði á dyrnar og vildi sleppa at kanna bankaskjølini, uttan at hetta frammanundan varð fráboðað.

Í gjár komu ikki færri enn sjey limir av Fíggjareftirlitinum til Føroyar, uttan at hetta varð fráboðað frammanundan.

Keldur vistu at siga, at tað var stórur álvari aftanfyri vitjanina, og at Eftirlitið hesaferð skuldi vitja allar peningastovnarnar, og haraftrat skal tryggingin kannast í seyminum. Hetta kann hava at gera nakað við, at tryggingin er meirilutaeigari av Eik, og at serfrøðin heldur, at virðini í bankanum eru pumpaði meira upp í roknskapinum enn gott er.

Tað sum verður mett sera óvanligt er, at Fíggjareftirliti longu aftur er í Føroyum, tá tað er stutt síðani at Eftirlitið var her seinast.

At Jørn Astrup Hansen, er komin við tveimum fólkum, merkir, at nakað heilt stórt ella óvanligt er við at henda, tí saman við teimum sjey frá Fíggjareftirlitinum, eru nú 10 fólk komin til Føroya.

Keldur vísa á, at støðan minnir heilt nógv um, at eitt bankalík skal leggjast á køl.

Nú vita vit, at rúgvismikla manningin frá Fíggjareftirlitinum, marsjeraði inn í Eik. Har vóru tey frá morgunstundini. Út á dagin í gjár, kom Jørn Astrup Hansen, við sínum fólkum inn í Eik. Men hetta fólkasalg hevur eisini brúk fyri at eta. Men ikki øll fóru í senn.

Ein bólkur av eftirlitsfólkum fór niðan á Hotel Føroyar at eta, meðan ein annar bólkur var eftir í bankanum, og slapp ikki til matarpausu fyrr enn hin bólkurin var komin aftur, og granskingin av skjølunum helt fram í Eik.

Fíggjareftirlitið setti seg tungt á Eik.