Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjareftirlitið komið óvæntað á vitjan

Í morgun mundi mangur gerast kaldur niður eftir rygginum, tá Fíggjareftirlitið bankaði á dyrnar og vildi sleppa at kanna bankaskjølini, uttan at hetta frammanundan varð fráboðað.

Í gjár komu ikki færri enn sjey limir av Fíggjareftirlitinum til Føroyar, uttan at hetta varð fráboðað frammanundan.

Keldur vilja vera við, at tað er stórur álvari aftanfyri vitjanina, og at Eftirlitið hesaferð skal vitja allar peningastovnarnar, og haraftrat skal tryggingin kannast í seyminum. Hetta kann hava at gera nakað við, at tryggingin er meirilutaeigari av Eik, og at serfrøðin heldur, at virðini í bankanum eru pumpaði meira upp í roknskapinum enn gott er.

Tað sum verður mett sera óvanligt er, at Fíggjareftirliti longu aftur er í Føroyum, tá tað er stutt síðani at Eftirlitið var her seinast.