Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fíggjarætlanin 2013 hjá Tórshavnar Kommunu – skattaprosentið 1% niður

Skattatrýstið niður.

Skattaprosentið í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2013 hjá Tórshavnar Kommunu eigur at setast niður á 19,75%. Tað er okkara skylda sum politikarar at reka kommununa bíligt og effektivt, og harvið gera tað bíligari hjá okkara borgarum at liva og virka í kommununi.

Við at seta skattaprosentið niður, fáa fólk meira pening at ráða yvir og harvið verður vinnulívið í býnum stimbrað, og skapt verða eisini arbeiðspláss í høvuðstaði okkara. Harafturat kann ein skattalækking viðvirka til at steðga fráflyting og heldur trekkja fólk til býin.

Fígging av skattalætta

Vit hava góðar møguleikar at fíggja ein skattalætta við td. at rationalisera og effektivsera okkara umsiting og strekkja íløgurnar út yvir eitt sindur longri tíðarskeið.

Ein skattalækking skal kortini undir ongum umstøðum ganga útyvir tænasturnar til at tryggja kjarnuvælferðina í kommununi - og harvið sosiala og heilsuliga trivnaðin.

Langtíðarætlan

Vit eiga í hesum sambandi at gera eina langtíðarætlan 2020 fyri rakstur og íløgur, har vit framhaldandi kunnu útbyggja okkara høvuðsstað, og gera tær neyðugu íløgurnar, sum borgarin fær gagn av. Ein langtíðarætlan skal verða við til at skapa tryggar, støðugar og líka umstøður hjá borgarunum at búgva kommununi/høvuðstaðnum, og har kravið má verða menning og framburður komandi árini.

Ein týðandi fortreyt fyri at lækka skattatrýstið og halda tað støðugt er, at arbeitt verður við langtíðarætlanum fyri rakstur og íløgur, sum fevna yvir tíðarskeið sum 5-8 ár. Í løtuni verður ikki arbeitt langtsiktað og tí verða serliga íløgurnar ikki raðfestar rætt og arbeitt verður frá sak til sak og við panikkloysnum.

Avleiðingarnar av verandi búskaparstýring hjá Tórshavnar Kommunu kenna vit - ov nógvar feilíløgur verða gjørdar ella íløgur, sum ikki verða gjørdar lidnar (skuffuverkætlanir og onki nyttuvirðið). Harafturat verða settar á árligu fíggjarætlanina so nógvar íløgur, at tað als ikki er orka og tíð til at gjøgnumføra íløgurnar.

Lykilin til at tryggja eitt lægri skattatrýst og samstundis fremja mennandi íløgur, so sum skúlar, hallir, útbyggingar, langhyl o.a. er ein langtíðarætlan fyri rakstur og íløgur. Ein langtíðarætlan er lykilin til menning, vøkstur og stabilitet, og fyri yvirhøvur at kunna fremja politisku visjónirnar og mennandi verkætlanirnar.

Veljarin avgerð, um hetta kann setast í verk ella ikki, tá hesin aftur skal velja nýggj umboð í Tórshavnar Býráð – eg vil arbeiða fyri, at borgarin, longu í 2013, fær eitt størri fíggjarligt handlifrælsi.

Tórshavnn 17. august 2012

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu – Sambandsflokkurin