Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fígging sum ikki er fíggjað

Nógva kjakið, sum hevur verið seinasta hálva árið um flatskatt og forskatting av pensjónum, hevur varpað ljós á hugtakið ”fígging”. Nær kunnu vit siga, at ein ætlan er fíggjað og nær er hon ikki fíggjað?

”At skatta pensjónir við inngjald heldur enn við útgjald, gevur ikki landskassanum nýggjar inn-tøkur.” Tað skrivaði Aksel Johannesen í einum lesarabrævi tann 8. desember. Víðari segði hann: “So harra løgmaður, samstundis sum tú sigur, at skattalættin skal verða fult fíggjaður, er samgongan hjá tær væl ávegis at gjøgnumføra ein skattalætta, sum als ikki er fíggjaður.

Orðini í greinini eru tikin úr álitinum, sum Aksel skrivaði, saman við Kristinu Háfoss og Eyðgunn Samuelsen, tá uppskotið um skattalættan varð til viðgerðar. Hesi orðini hava síðani verið endurtikin ofta av bæði andstøðu og fjølmiðlum. Víst hevur verið á, at tað at framskunda inntøkur, sum annars høvdu komið í landskassan seinni (í hesum førinum rættiliga nógv ár seinni), er ikki tað sama sum at skaffa landskassanum nýggjar inntøkur.

Aftur og fram er líka langt

Eg skilji væl hetta sjónarmiðið, og havi hug at leggja afturat, at líka so lítið sum framskunding av inntøkum kann roknast sum framleiðsla av pengum, líka so lítið er útsetan av inntøkum, ein pengaframleiðsla. Ella sagt við øðrum orðum: Tað at flyta pengar yvir tíð, ger okkum samanlagt hvørki ríkari ella fátækari.

Fullveldisætlanin var ikki fíggjað

Hetta leiðir tankarnar aftur til tíðina, tá eitt landsstýri arbeiddi við at gera Føroyar til fullveldisríki. Tá setti Tjóðveldisflokkurin einaferð eitt skriv í bløðini, har yvirskriftin var ”Tað ber til.” Tey kundu nú prógva, at fullveldisætlanin hevði eina fígging sum hekk saman.

Skrivið bygdi á eina útrokning, sum ein óheftur búskaparfrøðingur í tí líka so óhefta Landsbankanum hevði gjørt. Jú tað bar til. Fíggingin var í lagið.

Og hvussu var hetta so fíggjað? - Jú pengar skuldu flytast yvir tíð. Tað sama sum somu fólk nú siga, ikki er nøkur fígging.

Búskapargrunnurin fíggjaði einki

Ein búskapargrunnur skuldi stovnast, og í hann skuldu pengar leggjast, sum annars høvdu komið beinleiðis í landskassan. Síðani skuldu somu pengar flytast í smáum bitum, so við og við, úr búskapargrunninum yvir í landskassan. ”Hurra, hurra, soleiðis fíggja vit fullveldið”!

Hendan ”fíggingin” skuldi koma ístaðin fyri milliardina, sum vit fingu úr Danmark á hvørjum ári. Teimum milliardunum fóru vit ikki at hava brúk fyri longur, tí nú høvdu vit okkara egna búskapargrunn.

Men nú fáa vit at vita frá somu fólkum, at slík fígging er ikki nøkur fígging, tí hon framleiðir ikki pengar – ella sagt við øðrum orðum: Tjóðveldi er komið til ta niðurstøðu, at fullveldisætlanin var ikki fíggjað.

Helgi Abrahamsen

Løgtingsmaður