Festivalurin vildi ikki stuðla Sjómannadegnum: Onki gjald - onki tjald
Perlur úr Oyggjatíðindum 4. september 2009: 70 túsund krónur í leigu fyri tjaldið. Tað var kravið til Sjómannadagin frá Summarfestivalinum. Fyrireikarnir av Sjómannadegnum máttu til Havnar Kommunu at læna telt og pall, men tað fingu fyrireikarnir so eisini fyri einki.
Teir eru tveir, sum eiga felagið, ið rekur Summarfestivalin í Klaksvík, Sámal Steintór Rasmussen, og Erik Oddnason Biskupstøð.
Í nøkur ár hava teir rikið festivalin, sum hevur verið væl vitjaður og vælumtóktur, burtursæð frá tí árinum, tá veðurgudurin hevði fingið oyrastingir, og vildi hava frið.
Tá fór alt í luftina - bæði trygdin, hugurin og tjaldið.
Steintór Rasmussen, er bara at hoyra ella at síggja tá nostalgisk minnir frá Frændum skulu lýsast.
Hetta eru menninir, sum elska at syngja um uppreistur, svarta ravnin, men ikki tora at taka stigið til broytingar.
Og felags fyri allar í dag er, at teir hava hongt vinstrahalla hamin á knakan, og virka í staðin sum mappudýr við stórum lummum.
Í nøkur ár hevur eitt annað tiltak verið í Klaksvík, og tað er Sjómannadagurin, sum eisini er væl vitjaður, men á hvørjum ári plagar Summarfestivalurin at lata fyrireikarunum av Sjómannadegnum teirra tjald og pall, sum plagar at standa á Stongunum.
Men ikki í ár.
Tá vit ikki fingu fatur í Steintór Rasmussen, so fingu vit fatur í hina helvtina, Erik Oddnason Biskupstøð, sum heldur ikki er skorin fyri tungubandið, tá kapitalistisk sjónarmið skulu verjast.
- Vit mugu hava pening fyri tjaldið. Tað er so dýrt...
70 túsund í leigu til Sjómannadagin, kravdu tit?
- Ja, tað veit eg ikki; onkuntíð hevur tað verið minni enn tað, sigur Erik.
Summarfestivalurin leggur hald á allan miðbýin í Klaksvík. Hvat høvdu tit sagt at goldið leigu av økinum?
- Tað er áhugavert sjónarmið...
Heldur tú, at tað er rímiligt, at Havnar kommuna mátti lata Sjómannadegnum bæði pall og tjald, sum forrestin var alt ov lítið?
- Tað veit eg ikki. Vit hava lænt tjaldið út fyrr, og hava bøtt dýrt fyri hetta í krónum og oyrum til seglmakara, sigur Erik, og vísir á, at tá teir í 2005 leigaðu tjaldið úr Danmark, betaltu teir 100 túsund kr. + frakt.
Hartil kemur, sigur Erik, at tað er vorðið dýrari at fáa rakstur í Summarfestivalin, tí kommunan spýtir minni og minni í tiltakið, sigur Erik Biskupstøð.
Onki gjald, onki tjald.