Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fernisering: YVIR BORD

Tekningar eftir Bárður Oskarsson.

Strikur verða endurtiknar, spentar, brotnar og steðgaðar og allir møguleikar, sum strikan hevur, verða granskaðir í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Hansara strika er kensluborin og persónlig og samstundis, sum strikan avmarkar og skapar ein kropp, er tað eins og livir hon sítt egna lív, eins og hon breiðir út sínar egnu eginleikar og sína egnu náttúru. Strikan hevur ein neyvleika og endurgevur beinrakið ein kropp, ein mann við eitt borð í einum rúmi.

Fernisering 25. mai kl. 16

við Bárður Oskarsson

í Gallarí Stephanssons Húsi

á Kongabrúnni