Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðsluvanlukka í Sørvági kravt eitt mannalív

Leygarkvøldið kl 22:23 fekk alarmasentralurin fráboðan um, at ein 69 ára gamal maður var ákoyrdur í Varðagøtu við kommunuskrivstovuna í Sørvági.

Tann 69 ára gamli maðurin gekk av ókendum orsøkum beint út fyri ein bil. Hóast skjót hjálp kom á staði, stóð maðurin ikki til at bjarga og doyði av løstunum hann fekk.

Politiið kannar nú orsøkina til óhappið.

Avvarðandi eru kunnaði.