Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðslutrygd og dagføringar

Á hvørjum ári verður peningur settur av á fíggjarlógini til ferðslutrygdartiltøk og smærri dagføringar og umvælingar av verandi vegakervi. Landsverk raðfestir hesa játtan soleiðis, at ábøtur verða gjørdar, har mest nytta er av teimum. Niðan fyri sæst eitt yvirlit yvir tey tiltøk, sum verða framd á vegakervinum í ár.  
  
Breiðkan og ljós á landsveg gjøgnum Hvalba
Ætlanin er at gera vegateinin frá kommunuskrivstovuni til fótbóltsvøllin til ein sonevndan "2 minus 1" veg.Les meira

Ferðslustýring
Verkætlanin byrjaði í 2015 og verður liðug í 2016.Les meira

Ferðslutrygdarætlan Runavíkar kommuna
Ætlanin er at gera eitt ferðslutrygdartiltak um árið í Runavíkar kommunu.Les meira

Ferðslutrygdarætlan Vágs kommuna
Ein ferðslutrygdarætlan fyri Vágs kommunu skal gerast í hesum árinum. Les meira

Fuglafjørður - Kambsdalur
Fuglafjarðar kommuna ger eina gøtu fram við landsvegnum til Kambsdals.Les meira

Gjáarvegur
Seinastu árini eru nakrir teinar á Gjáarvegnum breiðkaðir og víkipláss gjørd.Les meira

Leirvíkartunnilin
Telefonirnar í tunlinum skulu dagførast...Les meira

Ljós við Vágatunnil og Leynar
Verkætlanin er partur av ferðslutrygdarætlan gjøgnum Kvívíkar Kommunu.Les meira

Skarvanesvegurin
Skarvanesvegurin skal allarhelst asfalterast í næstum.Les meira

Skelting-dagføring
Gulu vegvísingarskeltini kring landið eru nógvastaðni gomul og í ringum standi. Les meira

Trygdarábøtur
Seinastu árini eru fleiri trygdarábøtur gjørdar fram við landsvegnum. Les meira

Trygdarútbúnaður í tunlunum Norður um Fjall
Fyri at gera ferðsluna í tunlunum tryggari eru rýmingarljós og eldsløkkjarar sett upp. Les meira