Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FERÐSLUTØPPUR VIÐ SKANSAN

Tá Smyril skuldi fara av Havnini til Tvøroyrar gjáramorgun Kristi Himmalferðardag, tiptust báðar rundkoyringarnar við Skansan. Tað var bara Smyril inni í havnini at avgreiða, men av tí at bingjur eisini skuldu suður við og økið eisini var fult av bingjum at fara við Norrønu í gjárkvøldið, so tiptist, tá bíðirøðin av bilum skuldi oman á havnalagið. 

Av tí at bilar komu at standa í bíðirøð gjøgnum báðar rundkoyringarnar slapst illa ella als ikki framvið hjá hýruvognum og vørubilum og øðrum bilum. Hetta førdi í nøkrum førum til illstøðu, sum tó hevði so lítið uppá seg, at løgreglan, sum kom á staðið, onki gjørdi við málið.

Henda myndin er tikin beint eftir at koyrandi aftur var gjøgnum rundkoyringarnar.