Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðsluljós setast upp í Norðoyggjum

TUNNILSTRYGD: Seinastu tíðina hevur av og á verið frammi, at trupulleikar hava verið við ferðslutøppum í tunlunum Norður um Fjall. Fólk kenna seg ótrygg, og tað tekur lutfalsliga langa tíð at fáa ferðsluna í vanliga legu aftur. Landsverk fer tí at seta upp ferðsluljós, so ferðslan fer at ganga betri, og ferðslutøpparnir fara at minka ella heilt umgangast.

Tað er eingin loyna, at tunlarnir Norður um Fjall ikki eru tíðarhóskandi til ta stóru ferðsluna, sum er í teimum í dag. Seinastu tíðina hevur eisini verið meira virksemi enn vanligt norðanfyri, og hetta hevur sjálvandi elvt til meira tunga ferðslu í tunlunum. Sum vera man hevur hetta týðandi ávirkan á, hvussu ferðslan gongur. 

Landsverk fer nú at leggja ein ferðsluteljara út við tunlarnar fyri at kanna ferðsluna nærri og fáa til vega fleiri dátur um ferðsluna. Somuleiðis fyri at tryggja, at stór akfør ikki møtast í tunlunum, ber til at seta eina sonevnda intelligenta ferðslustýring við ferðsluljósum upp á staðnum. Talan verður um eina ferðslustýring til fyrst og fremst tunga ferðslu.

Afturat hesum kannar Landsverk í løtuni, um til ber at víðka tunlarnar. Stóra avbjóðingin verður serliga at fáa ferðsluna at koyra, meðan arbeitt verður, og hetta ger, at tílíkar verkætlanir verða dýrar. Í Noregi hava tey royndir við at víðka tunlar, og Landsverk hevur tí heitt á ein ráðgeva við hesum royndum at gera eina meting av, hvussu tunlarnir Norður um Fjall kundu verða víðkaðir, og hvussu arbeiðið kann skipast. Eitt slíkt skitsuprosjekt og kostnaðarmeting fyriliggur um ein mánaða ella so. Annars fyriliggur eitt prosjekt til at byggja nýggjar tunlar Norður um Fjall, á leið har verandi tunlar liggja.

Samanumtikið kann sigast, at meðan bíðað verður eftir, at nýggir tunlar verða bygdir – ella verandi tunlar víðkaðir – má arbeiðast soleiðis, at ferðslan gongur so væl sum tilber, og trygt er at ferðast í tunlunum. Tí verða rýmingarljós og eldsløkkjarar sett upp, umframt at tilbúgvingarætlan er gjørd. 

Kostnaðurin á ferðslustýringini liggur leysliga mett millum hálva og eina mió. krónur. Nú í september verður ferðsluteljari settur upp, og farið verður somuleiðis undir at gera eitt ferðslustýringsprosjekt. Fyrst í september varð farið undir at gera skitsuprosjekt fyri víðkan av tunlunum.

Íløgan í ferðslustýringina verður gjørd sum ein partur av áhaldandi ferðslutrygdartiltøkunum hjá Landsverki, og miðað verður eftir at fremja ætlanina í hesum árinum.