Ferðin út í rúmdina - 6. oktober
Hvussu koma rúmdarsondur og satelittar í roynd og veru út í rúmdina? Hvussu verða hesar lagdar á eina ávísa kós? Ja, hetta eru rakettvísindi !
Hoyr um fysikkina, sum ger, at rakettur kunnu lyfta rúmdarsondur og fylgisveinar upp frá jørðini og accelera tær út í tað lufttóma rúmið.
Spenn trygdarbeltið og byrja niðurteljingina til henda fyrilesturin um rúmdarferð og rakettvísindi fyri byrjarar.