Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðavinnustevnan verður 20. mars 2020

Aftur í ár skipar Ferðavinnufelagið fyri árligu Ferðavinnustevnuni, har ferðavinnufólk koma saman at skjóta ferðavinnuárið í gongd.
 
Stevnan verður í ár, sum vanligt, skipað við einum dagtiltaki, sum byrjar eftir døgurða og eini veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv verða handað.
 
Heiðursbrøvini, ið verða handað á Ferðavinnustevnuni, eru ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot.
 
Fremsta ætlanin við Ferðavinnustevnuni er, at hon skal eggja til samstarv, vitanardeiling og nýhugsan í ferðavinnuni.
 
Nærri fæst at vita seinni og boðað verður frá, tá ið til ber at melda seg til stevnuna.