Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðavinnan vitjar vesturi í Vágum

Fríggjadagin 15. november skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Vágar fyri økisvitjan vesturi í Vágum.
 
Ferðalagið fer við bussi úr Vinnuhúsinum fríggjadagin kl. 13.00, og síðani verður vitjað sambært skránni niðanfyri.
 
Tiltakið er bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum. Tilmelding á industry@industry.fo í seinasta lagi hósdagin 14. november kl. 12.00.

Skrá:
-   Fráferð úr Tórshavn
-   Fiskastykkið
-   Kálvalíð
-   Krígssavnið
-   Smátturnar í Bø
-   Pakkhúsið
-   Gásadalsgarður
-   Hotel Vágar
-   Vit enda í Suppugarðinum í Havn, har tey bjóða Ramen og okkurt at drekka
 
Fyrstu ferð Ferðavinnufelagið skipaði fyri eini økisvitjan var í september í fjør. Tá var vitjað á Sandoynni, og skráin løgd til rættis í tøttum samstarvi við Visit Sandoy. Felagið er farið undir hetta átak fyri at kasta ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini fáa marknaðarført síni øki fyri limum í felagnum, og at limafyritøkurnar somuleiðis fáa meira vitan um økið, sum kann verða við til, at tær fara at brúka økið meira í framtíðini. 
 
Ferðavinnufelagið vónar, at tað verður góð undirtøka fyri økisvitjanini vesturi í Vágum, og at felagið á henda hátt framhaldandi kann verða við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.