Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðavinnan er ikki bara ferðafólk, bussar og Suðuroyggin

Tá hugsa verður um ferðavinnuna, ber ikki til einans at hugsa um ferðafólk, bussar og Suðuroynna í samband við Smyril. Skal ferðavinnan mennast, er neyðugt, eisini at hugsa um føroyingar sum ferðast í egnum landi við húsvognum og húsbilum, sigur Jógvan Skorheim, Løgtingsmaður í viðmerking til munnligan fyrispurning til Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum.

Fyrispurningarnir snúgva seg m.a. um ætlaða fráboðan landsstýrismansins at menna ferðavinnuna í Suðuroynni við tí endamáli, at gera tað bíligari fyri bussar at ferðast við Strandfaraskipum Landsins til Suðuroyar við Smyrli, og fyrispurningur um avsláttar skipan til húsvognar og húsbilar, eins og vanligir bilar fáa í dag við Strandfaraskipum Landsins.

1. Hví fevnir ætlan landstýrismansins bert um ferðafólk og bussar til Suðuroynna við Smyrli?

2. Eru nakrar ætlanir um, at endurskoða ferðaseðlakostnaðin við Strandfaraskipum Landsins í sambandi við húsvognar og húsbilar?

3. Hvussu nógvir húsvognar og húsbilar ferðast við Strandfaraskipum Landsins 2015, 2016 og hvussu nógvar húsvognar og húsbilar metir SL fara at ferðast við teirra skipum í ár?

Viðmerkingar
Í tíðindaskrivi í farnu viku boðar landsstýrismaðurin í samferðslumálum frá, at fyri at bøta um umstøðurnar hjá ferðavinnuni í Suðuroynni, hava Strandfaraskip Landsins í samráð við landsstýrismannin gjørt av at lækka prísirnar fyri bussar, ið ferðast við Smyrli.

Tá hugsa verður um ferðavinnuna í síni heild, so undrar tað, at ein slík skipan bert fevnir yvir ferðafólk, bussar og Suðuroynna,  og ikki um ferðavinnuna í síni heild.

Ferðing í Føroyum við húsvognum og húsbilum er voksin sera nógv seinastu 10 árini, og útlit kann verða fyri at hesin ferðingar háttur kann økjast uppaftur meira, men ein trupulleiki er ferðasela-kostnaðurin við SL.

Sambært tølunum frá Akstovuni vóru 492 húsvognar og 28 húsbilar skrásettir í Føroyum 2015.

Sum støðan er, eru eingir møguleikar at fáa avsláttur umborð á ferjum í Føroyum, og tí er tað sera kostnaðarmikið - serstakliga tá talan er um Suðuroyar-, Sandoyar-, Kalsoyar og Nólsoyar leiðina.

Í sambandi við ferðin ígjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin, so kostar tað bert fyri bilin, og sostatt einki fyri húsvognin.

Er endamálið við at lækka prísirnar bert fyri bussar, sum ferðast við Smyrli fyri at menna ferðavinnuna, so eigur eisini at verða hugsa um húsvognar og húsbilar, umframt at ein slík ætlan eisini eigur at fevna um Sandoyar-, Kalsoyar og Nólsoyar leiðina.

Mett verður, at var sama skipanin galdandi í sambandi við ferjur fyri húsvognar og húsbilar, vildi hetta gagna ferðavinnuni til nevndu oyggjar uppaftur meira.

Tá hugsa verður um ferðavinnuna, ber ikki til einans at hugsa um ferðafólk, bussar og Suðuroynna í samband við Smyril. Skal ferðavinnan mennast, er neyðugt, eisini at hugsa um føroyingar sum ferðast í egnum landi við húsvognum og húsbilum. 

Á Føroya Løgtingi, tann 27. apríl 2017

Jógvan Skorheim,
løgtingsmaður