Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðavinnan á breddanum

Fríggjadagin í farnu viku skipaði Ferðavinnufelagið fyri tiltakinum: Ferðavinnan 2016 - HVØR, HVAT OG NÆR? Nógv fólk var komið saman í Norðurlandahúsinum at kunna seg, at fáa íblástur, at práta við onnur í vinnuni og at lýða á mongu og fjøltáttaðu uppleggini, ið vóru á skránni.  

 Fyrilestrahaldarar vóru komnir úr øllum landinum at greiða frá sínum virksemi. Dennis Holm borgastjóri í Vági greiddi frá um Páls Høll, Olivur Thomsen greiddi frá um Visit Kallsoy, Katrin Petersen um Eplafestivalin og Vakstrarætlanina Sandoy, Dánjal Poulsen um Krígssavnið í Vágunum, Theresa T. Kreutzmann greiddi frá Visit Tórshavn og Árant Hansen greiddi frá Blásastovu í Gøtu.

Tiltakið endaði við, at íslendska Björg Árnadóttir helt fyrilestur um fyritøkuna Midgard Adventure, har hon sjálv er stjóri. Midgard Adventure er ein ferðasmiðja og ferðamannastova, sum heldur til í einum lítlum býi í Suðuríslandi við 700 íbúgvum. 10 fólk starvast fulla tíð á Midgard Adventure.

Á kvøldsetu á Hotel Føroyum heiðraðu Ferðavinnufelagið, Visit Faroe Islands og Kunningarstovurnar fólki í ferðavinnuni. Heiðursbrøv latin hesum:

1. Ungt stjørnuskot í ferðavinnuni (undir 30 ár) : Poul Andrias Ziska
 2. Átøk fyri burðardygd í ferðavinnuni: RÍÐ & ET
 3. Nýskapan í ferðavinnuni: Bindifestivalurin í Fuglafirði
 4. Ársins “its all about the people” prísur – ein eldsál í ferðavinnuni: Sámal Bláhamar
 5. Besta sølufólk í ferðavinnuni: Rúna Erlandsdóttir
 6. Ársins leiðari í ferðavinnuni: Johannes Jensen

Nakrar myndir frá degnum eru viðheftar.