Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðavinnan 2016 - HVAT, HVØR OG NÆR?

Seinnapartin 18. mars skipar Ferðavinnufelagið fyri tiltakinum:
Ferðavinnan 2016 - HVØR, HVAT OG NÆR?  kl. 13 – 16.30 í Klingruni í Norðurlandahúsinum

Fyrilestrar og upplegg í Klingruni í Norðurlandahúsinum
Tann 18. mars kunnu øll, sum hava áhuga í ferðavinnuni, kunna seg um, hvat ger seg galdandi í føroysku ferðavinnuni komandi árið. Tiltakið vendir sær serliga til teirra, ið eru virkin í ferðavinnuni, men øll, ið hava hug at lýða á, eru vælkomin.  Tiltakið er skipað við uppleggum og básum, men tíð er eisini sett av til prát og netverkan.

Skrá:

Kl. 13.00 Vælkomin

Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðvainnufelagnum

Kl. 13.05 Visit Tórshavn
     Theresa Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn
Kl. 13.20 Krígssavnið
     Dánjal Poulsen, nevndarlimur í Krígssavninum
Kl. 13.35 Eplafestivalurin og Vakstrarætlanin Sandoy
     Katrin Petersen, verkætlanarleiðari
Kl. 13.50 Visit Kallsoy
     Oliver Thomsen, dagligur stjóri
Kl. 14.05 Páls Høll
     Dennis Holm, borgarstjóri í Vági
Kl. 14.20 Blásastova
     Árant Hansen, dagligur leiðari á Blásastovu
Kl. 14.35 Steðgur 
     Í steðginum verður høvi at vitja básarnar hjá økjunum (Kunningarstovunum)

Kl. 15.30 Björg Árnadóttir, stjóri á íslendsku fyritøkuni Midgard Adventure

Björg er upprunaliga sjúkrasystur og hevur síðani tikið eina MBA. Hon er ferðaleiðari og partur av einum bjarginarliði. Midgard Adventure er ein ferðasmiðja og ferðamannastova, sum heldur til í einum lítlum býi í Suðuríslandi við 700 íbúgvum. 10 fólk starvast fulla tíð á Midgard Adventure.

Umframt at koma inn á stóra vøksturin, sum hevur verið í íslendsku ferðavinnuni seinastu árini, fer Björg Árnadóttir at greiða frá gongdini í Midgard Adventure. Hon fer millum annað at tosa um avbjóðingar, svøvnleysar nætur,  um stevnumið, framgongd og ikki minst, hvørjar orsøkir, hon heldur eru grundin undir, at Midgard Adventures hevur hepnast væl sum fyritøka

Tiltakið endar kl. 16.30