Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið

Dan Klein --- 06.05.2017 - 09:00

Heildarætlanin Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið verður verður í dag almannakunngjørt.

Við støði í orðingunum um ferðavinnu í samgonguskjalinum setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum í januar 2016 ein arbeiðsbólk at orða eina virkisætlan fyri ferðavinnuna, sum skal vera grundarlag undir einari tilgongd at menna ferðavinnuna í Føroyum.

Arbeiðssetningurin var at orða eina virkisætlan fyri innlendis menning av ferðavinnuni og at lýsa fylgjandi tættir:
Eyðmerkja avbjóðingar, avmarkingar ella forðingar innan føroyska ferðavinnu í dag.

Orða ítøkilig tilmæli til átøk ella broytingar, sum kunnu slóða fyri menning innan innanoyggja ferðavinnu.

Út frá hesum gera eina heildarætlan við ítøkiligum átøkum at seta í verk.

Arbeiðsbólkur:
Jóhan Pauli Helgason og Gunvør Balle frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum (skrivaratoymið) Hanna á Reynatúgvu fyri Kunningarstovurnar Eyðun Christiansen fyri Kommunufelagið Maria Gunnleivsdóttir Hansen fyri Umhvørvisstovuna Henny á Líknagøtu fyri Ferðavinnufelagið

Høvuðsniðurstøðurnar eru:
Ein menningardeild eigur at verða skipað á Visit Faroe Islands við serskildari játtan og samleika. Í samstarvi við kommunur, kunningarstovur og vinnu skal deildin samskipa og stuðla undir, at ferðavinnutilboð verða ment kring landið.

Náttúran er ov lítið vard, og tað hevur alstóran týdning at gera neyðugt lógarverk og seta orku av til náttúruvernd og fyrisiting.

Grundleggjandi er, at yvirskipaðu karmarnir eru væl skipaðir, og at vit arbeiða eftir meginreglunum um burðardygga ferðavinnu: ­ Náttúra og umhvørvi: Ferðavinnan skal skipast soleiðis, at umhvørvið ikki verður dálkað, og náttúran verður varðveitt. ­ Sosialt: 

Ferðavinnan ger seg ikki inn á bygdarlív og sosialar skipanir. ­ Búskapur: Ferðavinnan heldur á at kasta av sær og geva lokala umhvørvinum búskaparligan ágóða.

Fyritreytin fyri at náa málinum um eina burðardygga ferðavinnu er, at allir partar av vinnuni, almennir myndugleikar, stovnar og kommunur kenna týdningin av hugtakinum “burðardygd,” og at øll arbeiða fram í móti hesum sama máli.

Neyðugt er at fáa greiðar reglur og mannagongdir fyri gongd í haga, m.a. spurningin um at taka gjøld.

Landið – gjøgnum menningardeildina í Visit Faroe Islands ­ hevur yvirskipaða ábyrgd av at samskipa og stuðla undir menning av ferðavinnuni kring landið.

Kommunurnar hava høvuðsábyrgd av at menna og skipa ferðavinnuna í teirra øki, m.a. kunningarstovuvirksemi.

Mentanartilboð ­ fornminni, søvn o.a. ­ og kunning til ferðafólk skulu fáa hægri raðfesting.
Dygdargóðar útbúgvingar, skeið og gransking eru grundleggjandi fyritreytir fyri, at førleikarnir styrkjast og fleiri vitanartung størv verða skapt í vinnuni.

Átøk eiga at verða gjørd fyri at styrkja inntøkumøguleikarnar hjá vinnu, kommunum og landi.
Tað er umráðandi, at ein tvørgangandi stýrisbólkur við landsstýrisfólkum úr viðkomandi aðalráðum verður settur í eitt 5­ára skeið at samskipa og útinna átøkini, ið kunnu skapa eina burðardygga ferðavinnu.
 
Sí: Faldari - Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið: http://cdn.lms.fo/media/9580/uvmr_ferðavinna2017.pdf

Sí: Heildarætlan - Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið: http://cdn.lms.fo/media/9585/aliti.pdf