Ferðafólkini skelkaði: Løggan endavendi Norrønu eftir Pidda
Úr arkivinum: Allan dagin hevði hon pakkað taskur og kuffert fyri at vera til reiðar í góðari tíð. Hon skuldi við Norrønu hóskvøldið, men varð bæði ørg og bilsin av, at løgreglan gjørdi stóra og umfatandi rannsókn umborð. Sum frá leið fingu tey illgrunan váttaðan. Leitað var eftir Pidda, skrivaði Oyggjatíðindi 2. desember 2011:
Hendan eldri kvinnan var ikki einasta ferðafólki, ið føldi seg illa av, at løgreglan leitaði alla staðnar umborð á Norrønu. Tó at onki lak út um hví hendan so umfatandi leitingin fór fram, so var ikki langt at gita um tann burturblivna Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi.
Tað er onki at ivast í, at løgreglan er frustrerað, ørg og ikki so lítið subjektiv, sum eisini greitt kom til sjóndar, tá leiðarin á Kriminaldeildini, Bergleif Brimvík, beinleiðis dømdi kroatan fyri at hava dripið Pidda.
Aðrastaðir kann lesast meira um tann partin. Men havast skal í huganum, at løgreglan hevur eina skyldu at viga skuldarspurningin, men heldur ikki tað verður gjørt í hesum málinum.
Kroatin er longu dømdur av ákæruvaldinum, og tað er ólógligt.
Løgreglan er sostatt á berum, og hevur verið tað alla tíðina. Tað er í hvussu so er ein sannroynd, at Piddi saktans kann vera sloppin av landinum uttan at nakar hevur varnast hetta, tó at tað í ljósinum av umfatandi leitingini kann virka tragikomiskt.
Keldur, sum kenna Pidda væl, siga, at hann einaferð fyrr hevur verið burtur. Ta ferðina varð hann funnin aftur í einari lítlari gøtu í London. Hetta nevndu vit eisini seinasta fríggjadag.
Men eisini aðrar søgur hava gingið um Pidda, at hann skal vera sæddur í einum býi nærhendis Esbjerg, har hann í nøkur ár hevur búð. Men hetta er bara ikki váttað, og løgreglan í Føroyum arbeiðir heldur ikki eftir hesum leistinum, men vil heldur vera við, at kroatin hevur beint fyri Dánjal Peturi.
Ferðafólkini, sum fóru við Norrønu hetta kvøldið føldu seg illa av løgregluni, sum soleiðis garteraðu umborð, men til síðst slapp skipið frá bryggjuni uttan at løgreglan fann nakað sum helst, og heldur ikki Pidda ella partar av honum.