Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferð mín til Estlands

Agnar Artúvertin:

agnarster@gmail.com

Tann 25. des. fór flogfarið uppfrá tí trista og keðiliga Keypmannahavn og lendi aftur i undurfulla og mystiska Tallinn, høvuðsstaðnum í Estlandi við teirri litríku søguni!

Navnid Tallinn er gjørt úr taani- og -linn og æt av fyrstan tíð Taani Linn. Taani kemur av teimum víkingum, ið herjaðu har tíðliga í miðøldini, summi presisera 1300-talinum, og merkir tað sama sum -dan, tvs. danskarir. Linn merkir býur á estlendskum. Tað vil altso siga, at Tallinn merkir "danabýur" So higar fóru vit tjóðveldismenn at skjóta tað nýggja árið inn. Tað er ikki so. Men vit kunnu altíð ugga okkum við, at "danir" kanska bara var tað baltiska felagsheitið fyri allar víkingar, badi normenn, sviar, íslendingar og føroyingar - og danskarir...

Tað er nokkso bíligt at búgva í Estlandi, men mótsett øðrum londum á nøkulunda sama longdar- og breiddarstigi, so er matur bara eitt sindur bíligur, meðan leiga og enntá at keypa hús ella íbúð, er sera biligt. Tey brúka evrur, og í Tallinnn býr hálv miljón. Í Estlandi er eingin metro, men har eru sporvognar, og nógvir av slagnum, ið koyra allatíðina og eru sera bíligir at sleppa við.

Fert tú út at eta í Estlandi, eigur tú at fyrireika teg til at fáa øgiliga lítið at eta, og kanska ikki blíva mettur uttan so, at tú, eins og eg, bíleggur tveir rættir. Men væl smakkar kortini. Estonar eta nógv flesk, eplamorl við ymsum kornum og nøtum, og eru sera uppfinningarsamir, tá til kemur at borðreiða við dessert, ella "omanánum" Vit fingu til forrætt fruktálir við skinku. Tað var sanniliga frálíkur brellbiti, sum eg fari at gera mítt besta til at presentera fyri føroyingum og fáa teir at taka til Sín.

Triðja dagin eftir stukku vit inn í bussin og fóru til Tartu, ið er lítil býur vid 100.000 íbúgvum har suðuri í landinum umleið 100 km frá Russlandi og einar 50 frá Latvia (Lettlandi? Litava?) Tað er skjótt at blanda hesar fyrrverandi russisku koloniir saman av tí, at tað er nóg ringt at fáa skil á teimum við teirra egnu nøvnum, sum ofta líkjast, men haraftrat skulu føroyingar partú uppfinna egin nøvn fyri hesi lond. Og fyri tað triðja, so er Balkan ikki tað sama sum tey baltisku londini. Eg havi fløkst nógv í hesum og havi ikki reiðiliga fingið skil upp á tað enn. Tað er eitt sindur sum við jødum - eingin veit, hvat tað er fyri nakað ella hvat heitið dekkar yvir. Tískil hevur tað onkuntíð lyndi at blíva til eitt skeldsorð. Tað mugu vit fyri alt í verðini royna at berjast ímóti.

Estonia, henda herjaða og neyðars misbrúkta, men eisini stolta, tjóð! Tú sært, gongur tú runt í Tallinn og Tartu, blendingið millum eystur og vestur. Tú gongur í smogum, ið bera teg aftur til bygdir í Frankaríki, har tú vart einaferð og har tú møtti einari vinaligari og einsamari mademoisellu, ið leigaði kømur út og har tú gisti eina nátt, og sært mjá torn, ið bera teg aftur til Oslo, og bulmiklar reyðar bygningar, ið bera teg aftur til Reyða Torgið og harumleiðir, og undarligar og á øllum økjum stak óprofessionellar og kiksaðar caféir, ið bera teg aftur til býarlívið í Havn. Og hetta bland er ikki bara í Tallinn, nei tað er allastaðni, í øllum býum og bygdum, og enntá í sjálvum landslagnum.

Vit vóru á musénum Kiek in de Kök (holl.: hygg inn í køkin), ið er partur av býarmusénum og har vit sóu film av nýggjaru estonsku søguni, ið er sera miðaldarslig. Estonia hevur verið krígsherjað í langa tíð, og altíð máttu estonar í kríggj undir øðrum flaggi - júst eins og føroyingar undir donskum ella bretskum flaggi. So føroyingar og estonar hava somu tjóðarsøgu og nógv til felags. Men har estonar eru stoltir og berjast fyri sjálvsræði, so eru føroyingar bara nakrir náttúrligir trælir, sum enn, nú vit skriva 2012, vilja vera verandi undir donskum tuflutranti.

Vit búðu hesar tríggjar dagar og nætur í Tartu, á musénum hjá tí estonska skaldinum Karl Ristikivi, og har hann búði seinastu øldina (ikki seinastu øldina av lívinum, hann bleiv ikki fleiri hundrað ár, men har hann búði í síðstu øld, tvs í 1900-talinum, til hann doyði í 1977) Íbúðin var sera stór, og vit hugnaðu okkum óført. Tað eru bara yrkjarir, sum stundum sleppa at gista í íbúðini hjá Ristikivi, og sanniliga ikki bara ein og hvør, men bara teir allarbestu av slagnum, so tað er ikki so.

Tartu er ein eitt sindur gamaldags yrkjarabýur. Har finnur tú, gongur tú og spákar í Tartus gatum, yrkjarar, bohémar og vísmenn av sama slagi sum í París í 1880’unum, ella kanska í Athen á Sokratessar døgum. Har var td. ein heimleysur bumsur, yrkjari, litteratur og føroyavinur. Hann hevði verið í Føroyum og var stak hugtikin av okkara fólki og landi. Vit prátaðu óført um bæði William, sum hann hevði signeraðar spælimenn frá, Chr. Matras, tær vøkru sjónleikarinnurnar í Grímu, kópakonuna, og ja, enntá Carl Jóhan, sum hann eisini kendi. Hesin ávísi persónur dugdi bara estonskt og týskt, men prátið gekk væl, so eg kann ikki hava gloymt alt tað týska úr framhaldsdeildini.

Teir flestu av hesum áhugaverdu heimleysu bohemum búgva í tí gamla og fátæka partinum av Tartu, Sápubýurin tey rópa, har greflig og illa hildin træhús (har brettini liggja, mótsett í Føroyum, har tey hanga), hýsa fátækum yrkjarum og studentum, ið búleikast har fyri ein rímiligan penga. Hildið verður, at ein av hesum var Kristjan Jaak Peterson (1801-1822), ið var ein ordans heimleysur bohemur og málsligt flogvit av sonnum, ið, eins og Janus Djurhuus, skapti tað poetiska estonska málið. Standmynd av honum stendur uppi á Toomeheygnum, men tíverri hevði eg einki myndatól við mær.

Eg og direktørurin í ristikivimusénum fóru biltúr, har vit sóu estonska landslagið, ið er sum eitt bland av nógvum ymsum og endurspeglar tjóðarsøguna hjá estonska fólkinum. Vit sóu líðir, ið mintu um líðirnar í Føroyum, og skamt haðani var mýri og bloti, runnur og kjarr, ið var mest líkt onkrum króki í eystur- ella landsynningspartinum av USA, har var bøur og træðir og risastórar skógir.

Eg og direktørurin sendu eisini eina kinesiska lanternu upp nýggjárskvøld, fyri líkasum at signalera, at hann nú var komin yvir exdamuna, sum eg havi yvirtikið, og hóast eg fekk eitt stingandi og á allar hættir fíggindasinnað eygnabragd inni í speglinum inni í bilinum, so haldi eg vit komu væl út av tí báðir.