Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ferð á frælsisstríðið

Tíðindaskriv frá Eysturoyar Tjóðveldisfelag:

Í vikuni hevur ársaðalfundur verið hildin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Formaðurin, Tórbjørn Jacobsen, greiddi frá gongdini seinasta árið. Umframt at fyriskipa tiltøk hevur felagið luttikið í almenna orðaskiftinum, um eitt nú ætlaðu nýskipanina í høvuðsvinnuni, og í vetur hendi tað gleðiliga, at Unga Tjóðveldið í Eysturoy varð endurskipað. Væl av fólki møtti til fundar í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará.

Tórbjørn Jacobsen var afturvaldur sum formaður og nýggja nevndin, sum enn ikki hevur skipað seg, er nú mannað soleiðis:

Tórbjørn Jacobsen, formaður, Glyvrum.

Laura Olsen, Rituvík.

Anja Wenningstedt, Glyvrum.

Hallur Ellingsgaard, Oyndarfirði.

Dánjal Vang, Fuglafirði.

Súni í Hjøllum, Toftum.

Herbert Olsen, Rituvík

Eykamenn eru Olaf í Garði Joensen, Eiði og Jónsvein Bjartason, Strondum

Tórbjørn Jacobsen er valdur at umboða felagið í Aðalastjórn Tjóðveldisfloksins.

Fríðfinnur Jónsson var afturvaldur sum grannskoðari, og Jógvan Næs er varamaður hansara.

Til Flokstingið, ið verður hildið í høvuðsstaðnum í vikuskiftinum 5. og 6. apríl, vóru hesi vald at umboða felagið:

Dia Ellindsson, Runavík.

Jóanes Eliasen, Leirvík.

Anja Wenningstedt, Glyvrum.

Jógvan Johannesen, Funningi.

Eykamaður er Hallur Ellingsgaard.

Eftir at formligi parturin av aðalfundinum var lokin, var farið undir at skifta orð um politisku støðuna í landinum. Høgni Hoydal var komin inn í oynna at greiða frá floksins virki á Løgtingi og í aðrar mátar, og dúgliga varð kjakað um floksins leiklut í politisku skipanini. Serliga umrøddi fundurin ætlaðu politisku nýskipanina í fiskivinnuni, og frælsisstríð føroyinga mundi eiga dastið av umrøðuni. Ongin ivi var um, at fundarfólkið ynskti, at nógv størri ferð varð sett á frælsisstríð okkara frameftir, og í spurninginum um samstarv í komandi samgongu/m var niðurstøðan greið, at flokkurin als ikki skuldi knýta seg í nakran “blokk” frammanundan einum vali, soleiðis sum Javnaðarflokkurin eitt nú hevur róð frammundir. Nú hesin flokkurin í seinastuni hevur lagt ætlanir fram um, at Føroyar skulu gerast limur í ES-samveldinum sum ein danskur landslutur, man “blokkroyndin” hava fingið seinasta skotið fyri bógvin. Fundarfólkið legði áherðslu á, at Tjóðveldisflokkurin eftir næsta val skuldi fara eftir eini samgonguloysn, ið sum skjótast avgreiðir politiska tjóðskaparspurningin, ið er at skipa ein føroyskan nationalstat.