Fellur dóm yvir Kroatan
Kriminalovastin, Bergleif Brimvík, er langt úti.
Hóast tey í Kringvarpinum ikki vaknaðu av úttalilsunum hjá Bergleif Brimvík, kriminalovasta, sum beinleiðis í útvarpssending, feldi dóm yvir kroatan, og harvið diskvalifiseraði seg sjálvan, at standa á odda fyri uppkláringini, so eru tað fleiri, sum eru av teirri fatan, at verður kriminalovastin ikki koyrdur av fútanum, so eigur verjin, Annfin Vitalis Hansen, at krevja, at hetta mál kemur undir annað politiøkið.
Tað er ongin ivi um, at frustratión og ráðaloysi valdar í kriminalløgregluni.
Bergleif Brimvík, kriminalovasti varð endurgivin fyri at siga:
Tann einasti, sum veit, hvar Dánjal Petur Hansen er burturbeindur, noktar seg sekan, so hetta ger arbeiðið hjá politinum truplari.
Tað sigur Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, við Útvarpið. Og harvið fellir hann dóm yvir Kroatan.
At kriminalovstin uttan himpr dømir kroatan er ólógligt. Tað áleggur ikki einum politisti at døma. Tann partin taka dómararnir sær av, men tá hann kortini velur at døma, og ikki verður koyrdur frá, so er tíðin komin til, at verjin krevur sakina fyri annað politiøkið.
Bara í Oyggjatíðindum.
Greinarnar kunnu keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:
Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.