Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felagsrikið samferðslukervi

Nú hevur orðaskifti tikið seg upp í Føroyum um samferðslukervi okkara skal vera alment ella einskilt.

Hetta er eitt orðaskifti, sum hevur verið um allan heim í nógvar øldir.

Fara vit til tann mann, sum verður roknaður fyri at vera faðir at liberalismuni, tí sjónarmiði, at tað er best fyri okkum øll at vinnufyritøkur kappast á einum fríum marknaði, so hevði hann eisini sína áskoðan um hetta evni.

Hetta kemur fram í viðgerð hansara av hvørt havnir skulu vera almennar ella einskildar.

Hann sigur, at umráðandi er, at einskildar fyritøkur kunnu kappast á jøvnum føti. So klára tær best riknu seg best, og fólk kunnu fáa vørur og tænastur til bíligasta prís.

Vit kundu væntað, at hetta grundsjónarmið hansara førdi við sær, at hann segði, at einstaklingar kundu gera havnir og so kundu teir kappast um at fáa so nógva vøru sum gjørligt um hesar havnir, so íløgan, teir høvdu gjørt, fór at renta seg.

Men tað sigur hann ikki. Hann sigur, at av tí at ein havn er eitt natúrligt monopol, skulu havnir ikki vera einskildar og ogn einstaklinganna. Júst fyri at tryggja at allar fyritøkur eru eins fyri í kappingini skulu havnir vera almennar og hava ein sjálvstøðugan roknskap, soleiðis at tær krevja upp gjald fyri tær tænastur, tær veita, og gjalda allar sínar útreiðslur.

Endamálið skal ikki vera at hava yvirskot, tí hevur havnarrasksturin yvirskot, sum fer til tað almenna, so er tað ein skattur, sum verður lagdur á tey, sum nýta havnina. Heldur ikki skal nýtslugjaldið vera so lágt, at havnin hevur hall, tí so noyðast skattgjaldararnir at stuðla teimum, sum nýta havnina, tí teir gjalda minni, enn kostnaðurin av rakstrinum er.

Hetta sjónarmiðið hjá Adam Smith hevur fingið undirtøku víða hvar, og tí hava vit í dag almennar havnir við sjálvstøðugum roknskapi, sum sjálvar stýra sínum egnu viðurskiftum alt fyri at tryggja tí fríu kappingini millum fyritøkurnar í landinum. Valla er nakar, ið ynskir at vit skulu koma til tað, at ein handil eigur havnirnar og kann sleppa at taka ovurprís frá kappingarneytum sínum og sjálvur fáa vørur fluttar fyri lítið og lætt. Tá hevði kappingin verið álvarsliga skeiklað.

Einki er ið forðar, at vit fara longri hesa leið, sum faðir liberalismunnar vísti á.

Fingu vit eina kommunuábót í Føroyum, so vit fingu eina kommunu, fingu vit eisini eitt havnastýri fyri allar havnir okkara. Tá kundu vit ansa betri eftir, at íløgurnar vóru skilagóðar. Samsvarandi er við flogvøllum. Teimum skulu vit hava fleiri av, og umráðandi er at útreiðslurnar ikki eru størri enn rakstrarinntøkurnar.

Men hvat við okkara vegakervi?

Sum er hevur tað verið alment, soleiðis at tað almenna krevur upp frá veganýtarunum ymis gjøld, sum verða brúkt til íløgur í og rakstur av vegum okkara. Her er t.d. talan um innflutningsgjøld. Tá vit keypa ein bil gjalda vit fyri tveir! Harumframt hava vit fast gjald fyri at hava bilin og fyri sýn av honum. Størsta gjaldið er tó lagt á brennievnið. Hetta liggur tyngri á teimum sum noyðast at koyra langt, altso serliga bygdirnar!

Um so var, at vit afturfyri alt tað vit gjalda høvdu fingið eitt gott vegakervi, so hevði einki verið at funnist at. Men bert helvtin av tí, vit gjalda, fer til vegakervið. Hin helvtin fer í landskassan og verður brúkt til alt møguligt annað enn vegirnar.

Hóast Føroyar í mun til víddina hevur næstmest fólk av øllum norðanlondum, er tað ikki yvir at dylja, at føroysku vegirnir eru vánaligari enn í teimum londum, vit bríggja okkum um at verða samanborin við. Føroysku vegirnir eru ov smalir og hava ikki bilverju millum koyribreytirnar. Tunlar okkara eru ov smalir og myrkir. Har kann eldur koma í bilar og serliga stórur er vandin um tveir bilar bresta saman. Tá kann stórur skaði standast av.

Fyri at gera okkara samferðslukervi tíðarbært er sjálvsagt neyðugt við stórum íløgum. Men longu sum er, eru íløgurnar stórar í mun til tað sum bygt er. Tey skip, sum leggja til kaiirnar eru verd mangt slíkt sum tað, havnarverkið hevur kostað. Flogførini, sum lenda á einum flogvølli, eru verd meir enn flogvøllurin. Somuleiðis er lítil munur á tí, sum akførini á vegnum okkara hava kostað einstaklingum, og tað, sum er lagt í vegirnar.

Hetta kann skiljast soleiðis, at tann, sum keypur ein bil, eisini keypir pláss til bilin á veganeti okkara. Sum er betalir hann meir, tí umframt tað sum fer fyri vegirnar, skal ein yvirprísur latast í skatt til tað almenna.

Ber til at skipa hetta meir rationelt?

Hvat við at nýta frymilin við havnum og flogvøllum fyri vegakervi okkara, og gera sum Adam Smith skeyt upp? Hvussu kundi tað verið fyriskipað?

So kundi tað almenna fingið í lag ein felagsskap, sum hevði til endamáls at gera og halda viðlíka vegakervi okkara. Vit hava ein líknandi felagsskap, sum hevur til endamáls at útvega okkum elektriskan streym. Har eru tað kommunurnar, sum umboða húsarhaldini, men inntøkurnar, sum gera, at felagsskapurin kann reisa tær milliardir, sum framleiðsluvirkini kosta, verður goldin av hvørjum einstakum húsarhaldi.

Samsvarandi kundi tað almenna sagt, at hvør einasti bileigari er við í tí felagsskapi, sum eigur okkara vegakervi, og sum byggir farleiðirnar og heldur tær viðlíka. Landið sleppur tí frá hesum rakstri og nýtist heldur ikki at reisa lán fyri at útbyggja vegakervið. Afturfyri sleppa bileigararnir undan at gjalda innflutningsgjald og avgjald fyri brennievni.

Hetta hevði givið bileigarunum ein skattalætta upp á umleið 200 milliónir krónur um árið sjálvt um teir beinanvegin skuldu tikið á seg alt tað sum raksturin av vegakervinum kostar í dag.

Halda tey, sum hava bilar, at tørvur er á einum betri vegakervi, so kunnu tey reisa tann kapital, sum neyðugur er. Trygdin fyri lánum til hesa fyritøkuna hevði verið minst eins góð og hon er fyri lánum til Sev, og næstan eins góð og hon er fyri lánum til Føroya landsstýri, sum í løtuni kann fáa lán móti at gjalda 0,4% í árligari rentu. Her skuldi tí ligið væl fyri at gjørt eitt nú Suðurtunnilin, sum fullgóður hevði verið ein íløga upp á einar 10 milliardir krónur, og sum við hesi rentu hevði kostað 40 milliónir um árið. Hetta hevði sanniliga verið hvørjum einasta bileigara at gagni. Tørvur hevði sjálvandi eisini verið á øðrum útbyggingum. Frammaliga hevði verið av trygdarávum at gjørt ein Vesturtunnil og Norðurtunnil afturat, eins og vegirnir yvirhøvur høvdu havt nógvar ábøtur fyri neyðini.

Alt hetta og mangt annað hevði borið væl til hjá tí fyritøku, sum allir føroyskir bileigarar vóru saman um.

Zakarias Wang