Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felagsnevndarfundur millum Føroyar og EABS

Mánadagin var fyrsti fundurin í felagsnevndini millum Føroyar og Evrasiatisku Búskskaparsamgonguna, EABS. Nevndin er sett á stovn sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í august í fjør.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Tatiana Valovaya, EABS ráðharri í búskaparmálum fyri EABS sendinevndini.

Felagsnevndin hevur til endamáls at virka fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar og limalondini í EABS. Á skránni fyri fundin vóru handilsviðurskifti, tollviðurskifti, talgilding og heilsufrøðilig viðurskifti.

Partarnir løgdu fram síni politisku sjónarmið og ætlanir við samstarvinum, millum annnað hvussu tolløkini hjá hvørjum øðrum eru skipað og hvørjar reglur eru galdandi, hvørjar heilsufrøðiligar mannagongdir eru, umframt leiklutin hjá talgilding í sínámillum viðurskiftum.

Avrátt var, at næsti felagsnevndarfundur verður í Føroyum næsta ár.
Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia eru limir í EABS, sum er ein felags búskaparsamgonga, ið varð stovnað í 2015.

”EABS er okkara næststørsti marknaður fyri útflutningsvørur. Arbeiðið í felagsnevndini hevur tí stóran týdning í mun til at tryggja føroysk áhugamál mótvegis EABS, bæði av politiskum og tekniskum slag,” sigur Poul Michelsen.

Umframt Uttanríkis- og vinnumálaráðið og sendistovuna í Moskva, vóru umboð frá Fíggjarmálaráðnum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni við í føroysku sendinevndini.

Í dag skal Poul Michelsen á fund við umboð fyri limalondini í EABS í Moskva og við Ilya Shestakov, russiska fiskimálaráðharran.