Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felags norðurlendsk støða ímóti matchfixing

Norðurlendsku ítróttasambondini samstarva um at steðga matchfixing

Á Nordic Meeting 8.-9. september vóru øll norðurlendsku ítróttasambondini umboðaði. Ma. Blivu matchfixing og javnstøða í ítrótti umrødd.

Á ráðstevnuni varð avgjørt, at samstarva í bardaganum ímóti matchfixing. Matchfixing er ein vaksandi trupulleiki, og eru smærri samfeløg serliga útsett og viðbrekin. Norðurlendsku ítróttasambondini avgjørdu at arbeiða saman um, at verða fyrsta stórøki í heiminum við felags støðu ímóti matchfixing. 

Avgjørt varð, at norðurlendsku ítróttasambondini í framtíðini eiga at leggja størri orku í, at arbeiða fyri javnstøðu í ítrótti. Kyndsbýtið er enn í ov stóran mun avskeplað, og ynskja ítróttsambondini, at kynini eru javnari umboða í nevndum, venjarasessum og øðrum týðandi sessum.

Ítróttasambondini samdust um, at neyðugt er í størri mun enn fyrr, at hyggja at spurninginum um upptøku av ítróttagreinum, sum fyrr ikki hava fingið luta luttøku í ítróttasambondunum.

Umboðini vóru til døgurða hjá Tórshavnar Kommunu, har Annika Olsen, borgarstjóri, m.a. tosaði um týdningin av felags samstarvi í norðurlondum. Eisini varð vitja í Sunda Kommunu og var Heðin Zachariassen, borgarstjóri, vertur fyri døgurða. Borgarstjórin vísti á týdningin, sum menning av ítróttinum hevur fyri øktum trivnað í kommununi.