
Felags gudstænasta í Sandoyar prestagjaldi
Felags gudstænasta fyri øll kirkjuliðini í Sandoyar prestagjaldi, Høllin inni í Dal, sunnudagin 28. februar kl. 12.00.
Í samband við at fótbóltsfelagið B71 skipar fyri fótbóltsmarathon í døgunum 27.-28. februar, verður boðið til gudstænastu í høllini.
Sandoyar harmonikulið og Sandoyar manskór syngja og spæla undir til felagssangin.
Smábarnakór av Sandi og eitt gentukór úr Skopun syngja.
Konfirmantar gera eina altartalvu til høvið.
Havstein Klein, prestur, prædikar