Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felagið hevur veruliga møguleika fyri stórari menning

Hetta sigur, Ben Arabo, stjóri á Atlantic Petroleum:

“Við keypinum av Volantis og keypinum inn í Orchid prospektið, meir enn tvífaldaðu vit okkara tal av loyvum í 2011. Henda øking førir við sær økt borivirksemi í 2012 og frameftir. Vit hava í løtuni 3 leiti- og metingarbrunnar, ið skulu borast í 2012. Aðrir tveir brunnar, ið stava frá Volantis portføljuni, eru á skránni í 2013, og arbeiða við støðugt við at víðka virksemið við fleiri brunnum og ognum. Í fyrsta umfari hava vit við framleiðslu úr Blackbird tryggjað verandi framleiðslustøði, og við Perth verkætlanini hava vit møguleika fyri at tvífalda okkara goymslur.

Fyri at tryggja goymslurnar framyvir, leggja vit stóran dent á leitingarvirksemi, og hendir nógv á hesum øki í 2012, har vit hava fleiri leiti- og metingarbrunnar á skránni enn samanlagt seinastu tvey árini.

Við tí arbeiðs-skrá, ið vit hava lagt fyri framman, meta vit, at felagið veruliga hevur møguleika fyri stórari menning. Vit leita støðugt eftir nýggjum møguleikum í økjunum, har vit frammanundan virka, eins og møguleikum í útnyrðings-Europa. Vit hava nú neyðuga bygnaðin í felagnum og eru til reiðar at taka stór tøk, og vit síggja fram til framhaldandi at skapa virði og vaksa um felagið í 2012.”

Týðandi hendingar í 2011

Viðvíkjandi rakstrinum

• Keypt Volantis Exploration og harvið økt munandi um loyvistal og boriverkætlanir í bretskum øki

• Bygnaðurin styrktur við atliti til vakstrarmøguleikar, við at tvífalda tøkniliga toymið

• Samlaða framleiðslan á Ettrick feltinum var 5,9 milliónir tunnur (boe) í 2011 og á Blackbird var framleiðslan 0,4 milliónir tunnur (boe) í alt.

• Framleiðslan á Chestnut feltinum var samanlagt 1,39 milliónir tunnur (boe).

• Netto framleiðslan hjá Atlantic Petroleum var 737.000 tunnur (boe) í 2011

• Framleiðslan á Blackbird feltinum byrjaði í november, fyrr enn væntað og til mettan kostna

• Umsókn um útbygging av Perth feltinum varð latið bretsku myndugleikunum í september 2011

• 3D seismikkur fingin til vega á Ettrick, Blackbird og Marten loyvunum

• Foxtrot brunnur boraður. Brunnurin var turrur

• Fimm loyvi í boði við 26. bretska loyvisumfari

• Avgerð tikin um at økja um partin í Perth, úr 10,80% upp í 13,35%

Viðvíkjandi fíggjarstøðu

• Vinningurin var 434,8 milliónir DKK, samanborið við 422,5 milliónir DKK í 2010. Miðal oljuprísur fyri søluna í 2011 var USD 108,7 fyri tunnuna

• Bruttovinningurin var 173,6 milliónir DKK í 2011, samanborið við 166,0 milliónir DKK í 2010

• Rakstrarúrslit áðrenn fíggjarpostar og skatt (EBIT) var 126,3 milliónir DKK, samanborið við 147,3 milliónir DKK í 2010

• Úrslit áðrenn skatt var 127,5 milliónir DKK, samanborið við 163,1 millión DKK í 2010

• Gjaldsførisúrslit frá primerum rakstri í 2011 var 269,9 milliónir DKK, samanborið við 239,7 milliónir DKK

• Ogn tilsamans var 791,5 milliónir DKK, samanborið við 671,8 milliónir DKK í 2010

• Eginognin gjørdist 444,5 milliónir DKK , samanborið við 377,9 milliónir DKK í 2010

• Bankaskuldin var 105,0 milliónir DKK við árslok 2011, harav vóru 65,0 milliónir DKK langfreistað skuld. Samanlagt varð skuldin niðurgoldin við 57,3 milliónum DKK í 2011

Útlit fyri 2012

• Samlaða framleiðslan fyri 2012 verður mett at liggja millum 700.000 – 800.000 tunnur (boe) netto fyri árið

• Vinningur áðrenn rentur, skatt, avskrivingar, amortiseringar og leitingarútreiðslur (EBITDAX) væntast at liggja millum 220,0 milliónir DKK og 270,0 milliónir DKK, samanborið við 266,0 milliónir DKK í 2011

• Hildið verður fram við at útbyggja Blackbird feltið** • Avgerð verður tikin um útbygging av Perth feltinum

• Leiti-boringar verða gjørdar í 2012, herundir Orchid brunnurin og Brugdan Deep brunnurin

• Víðka um virksemi í útnyrðings Europa

• Hildið verður fram við at økja um talið av loyvum, herundir við luttøku í 27. bretska loyvisumfari

• Hildið verður fram við arbeiðinum at økja um borivirksemið í 2012/2013