Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felagið Heim & Skúli skipað av nýggjum

Leygardagin 11. mai var aðalfundur í foreldrafelagnum Heim & Skúli og nýggj nevnd varð vald. Nú hevur nevndin skipað seg og sett orð á, hvat ætlanin er at arbeiða við fyrstu mánaðirnar. Dentur verður lagdur á at styrkja sambandið við skúlastýrini kring landið. Nevndin fer millum annað at brúka heimasíðuna enn meira til at savna kunning og tilfar til skúlastýri og foreldur.

Seinastu tíðina hevur ikki so nógv verið at hoyra til felagið Heim & Skúli, men hetta er ætlanin at fáa broytt. Á aðalfundinum vóru umboð fyri umleið helmingin av skúlastýrunum í Føroyum. Nýggj nevnd var vald við fimm limum umboðandi skúlar kring alt landið. Justin Philbrow, sum hevur verið í nevndini í felagnum eitt ár, stillaði uppaftur, øll hini eru nývald.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Annika Sølvará, Venjingarskúlin, forkvinna

Justin Philbrow, Tofta Skúli, næstformaður

Mildrid á Lógv, Skúlin á Ziskatrøð, nevndarlimur

Olgar Mortensen, Vágs Skúli, kassameistari

Tordis Elisa Nielsen, Sørvágs Skúli, skrivari

Heim & Skúli rødd foreldra og verja

Foreldrafelagið Heim & Skúli varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum. Heim og Skúli arbeiðir fyri einum føroyskum fólkaskúla, sum setur dygdarundirvísing í hásæti: skúlanæmingarnir skulu styrkja sínar fakligu førleikar og læra at nýta sína vitan í breiðum høpi. Eitt gott læringsumhvørvi er eitt stað, har børnini trívast, og tí skal trivnaðurin varðveitast.

Felagið vil gjøgnum ymisk átøk og tiltøk saman við og vegna foreldur gera sítt til at stuðla uppundir skúlan. Ítøkiligu málini eru millum annað at fáa størri gjøgnumskygni í mun til játtan og karmar og at fáa kveikt áhugan hjá foreldrum at luttaka í kjakinum um skúlan. Nevndin hevur sett sær fyri at brúka heimasíðu felagsins enn meira virkið til at deila ymiskt kunnandi tilfar og góðar royndir frá skúlastýrum kring landið til íblásturs hjá øðrum.

Sambært reglunum kunnu fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrunum á teimum 60 fólkaskúlunum kring alt landið vera limir í felagnum. Øll foreldur við skúlabørnum kunnu eisini tekna limaskap. Á aðalfundinum varð avgjørt at krevja limagjald vegna skúlastýrini, sum eru limir í felagnum, fyri at kunna rinda fyri grundrakstur felagsins.

Kjak um forskúla

Í sambandi við aðalfundin 11. mai skipaði felagið fyri kjakfundi um forskúlar. Eini 50 fólk vóru á fundinum. Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, Jónleif Jóhannesen, næstformaður í Lærarafelagnum, og Ingvør Justinussen frá Gigni høvdu upplegg. Jónleif las eisini upp upplegg frá Karolinu Matras, forkvinnu fyri Fólkaskúlaráðið, sum hevði forfall til fundin.

Eingin greið niðurstøða var á fundinum um, hvørt forskúlar skulu setast á stovn fyri øll børn um 6 ára aldur, men tað var breið semja um, at tað er tørvur á at fáa eina betri skipaða yvirgongd frá dagstovnaøkinum til fólkaskúlan.

Fleiri tóku fram spurningin um normering í mun til forskúlar, har normeringin eigur at liggja nærri dagstovnaøkinum enn hjá fólkaskúlanum. Eisini varð tosað um høliskarmar og útiøkini, sum eisini hava stóran týdning fyri forskúlar. Leiðslan av forskúlanum og hvørjir starvfólkabólkar skulu vera í einum forskúla, vóru eisini umrødd.

Meira um Foreldrafelagið Heim & Skúli er at lesa á www.heimogskuli.fo