Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar lata 10.000 krónur til Fountain House Føroyar

Samstundis sum fólkið bíðar eftir, at politiska landslagið traðkar til, so eru tað onnur, sum taka ábyrgd og visa sín stuðul.

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar hevur stuðlað Fountain House Føroyar við 10.000 kr. og í viðmerking til stuðulin sigur Tóra Petersen, Forkvinna fyri Felagið, soleiðis: “Eitt hvørt framkomið samfelag eigur at fremja best møgulig kor og møguleikar fyri allar borgarar. Við stuðlinum ynskja vit at vísa á, at Føroyum eisini tørvar eitt Fountain House; eitt tiltak sum skapar virði og meining fyri tað einstaka menniskja, familjuna og ikki minst fyri samfelagið, sum eisini fær økonomiskan ágóða av tí arbeiði, sum eitt Fountain House kann gera”

“Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar ynskir at stuðla hesum tiltaki, tí vit eru av tí hugsan, at feløg, stovnar og privatar fyritøkum saman við tí almenna eiga at arbeiða fyri, at tilboð sum hetta, gerast møgulig. Saman kunnu vit gera mun og saman eiga vit at brúka okkara orku til gagns fyri allar borgarar í samfelagnum” sigur Tóra Petersen, Forkvinna og leggur afturat:

“Felagið vónar, at Fountain House Føroyar røkkur á mál og ynskir við stuðlinum at takka fyri ta orku, sum verður løgd í hetta arbeiðið!”

Fountain House Føroyar Grunnurin vil við hesum takka felagnum fyri føroyskar sálarfrøðingar fyri peningagávuna. Vit seta stóran prís upp á fíggjarliga stuðulin, og at tit vilja vera við at varpa ljós á korini hjá sálarsjúkum í Føroyum.

Vit meta, at tað er ein sjálvfylgja í einum modernaðum samfelag, at vit fáa eitt Fountain House, og vísa okkara borgarum ta virðing, sum tey hava uppiborið.

Enn einaferð takk til felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, at tit aktivt vilja vera við til at betra um korini og geva okkum mót upp á at halda fram.”

Vegna stigtakararnar,

Hergeir Staksberg