Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein takksamur og fegin móttakari og ein eins fegin gevari – Maud Wang Hansen og Elin Sofía Smith.

Felagið fekk málning í gávu

Listakvinnan Elin Josefina Smith hevur málað ein málning serliga til Føroya Pedagogfelag. Tað var undir námsfrøðingaverkfallinum í februar í fjør, at hon gjørdi av at vísa sín moralska stuðul við at mála ein málning við einum greiðum politiskum boðskapi.

“Hygg, ljósið kemur inn úr vinstru síðu gjøgnum gluggan, og tí megin ræður reyði liturin. Men gjøgnum tað reyða gongur ein vegur, og har hann snarar ógvusliga til høgru er avgrundin”.

Listakvinnan Elin Josefina Smith dylir ikki fyri politiska boðskapinum, hon hevur lagt í málningin, sum hon málaði eftir verkfallið hjá føroysku námsfrøðingunum í februar í fjør, og sum hon nú hevur latið Føroya Pedagogfelag í gávu.

“Føroysk listafólk sýndu námsfrøðingunum samhuga undir verkfallinum, og eg gjørdi av, at eg vildi mála felagnum ein málning”, greiðir Elin frá.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, er fegin um stórfingnu gávuna. “Undir verkfallinum hevði tað stóran týdning fyri okkum, at vit fingu so góðan stuðul frá okkara listafólkum, og so at fáa hesa gávuna afturat, tað er bara stórt. Eg eri Elini sera takksom”, sigur hon.

Íðin at stuðla

Tað er ikki fremmant fyri Elina at stuðla børnum og ungum, og í 1980´unum tók hon íðin lut í kravgongum og øðrum átøkum, eitt nú teimum sonevndu sit-down-mótmælistiltøkunum, í Havn til frama fyri betri tilboð til børn og ung.

“Eg búgvi niðri, men mítt politiska medvit er enn føroyskt, og tí stuðli eg fegin, har eg kann stuðla. Tíbetur eru viðurskiftini hjá børnum og foreldrum í Havn og restini av landinum munandi batnað við nógv fleiri dagstovnaplássum nú enn tá í 1980’unum, og umstøðurnar hjá ungum í Havn eru eisini nógv betri, ikki minst takkað verið Margarinfabrikkini”, sigur Elin Josefina Smith.

Nú hevur hon búð í Danmakr í nógv ár, og hon og maðurin, tónleikasnillingurin Kaj Klein, búgva á Toustrup Mark við Silkeborg.

Tey eru bæði í Føroyum nú í sambandi við, at Elin sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík.

Listaframsýningin hevur heitið “A Tribute to Life” (“Fagnaður til lívið”, leysliga umsett) og er opin hvønn dag klokkan 14 – 19 til næsta mikudag – henda seinasta dagin er tó opið klokkan 11 – 16.