Fekk onki loyvi at skráseta
Perlur: - Bankin hevur kunnað Dátueftirlitið um skráseting av »donskum« skuldarum, og onga viðmerking fingið.....Oyggjatíðindi 8. september 2004.
Dan Klein, journalistur, greinar og skrivar
Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka:
- at banken helt tilbage i 2001 gav Skrásetingareftirlitið en redegørelse for forholdet til RKI.
Redegørelsen gav ikke Skrásetingareftirlitið anledning til bemærkninger, sigur Føroya Bankastjórin og hevur tikið hesa frágreiðing til inntekt fyri, at hann hevur fingið loyvi at skráseta føroyingar í Danmark hjá Ribers.
Men lógin er greið. Ein fráboðan er ikki nokk.
Serligt loyvi skal latast í hvørjum einstøkum føri.
Eftir hesum, sum bankin sjálvur upplýsir, er skrásetingarlógin brotin líka síðani 2001. Tað krevur eisini samtykki frá skrásetta samb. lógini.
Fyri ein ordans skyld hava vit eisini sent fyrispurning til Norðoya Sparikassa, Føroya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.
IKKI TIL RIBERS
Vit spurdu Norðoya Sparikassa, Føroya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa um teir, so sum Føroya Banki, hava latið Ribers Kredit í Danmark, skuldar-upplýsingar um føroyingar, sum fluttir eru til Danmarkar.
Og um svarið er játtandi, um tey so hava fingið loyvi frá Dátueftirlitinum?
Bara stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg, hevur svarað:
Norðoya Sparikassi hevur einki samband við Ribers, vit hvørki lata teimum upplýsingar ella móttaka upplýsingar frá teimum. Hví hinir báðir sparikassarnir hava so ringt við at svara, vita vit ikki, men kanska er teirra svar nakað annað.
Fingu møguleika
Vit riktu Føroya Sparikassa eftir svarið mána kvøldið.
Í hesum mailinum skrivaðu vit, at høvdu vit ikki eitt svar frá teimum áðrenn klokkan 09.30 týsmorgunin, so gingu vit út frá, at bæði Føroya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi høvdu latið Ribers Kredit skuldarupplýsingar um føroyingar í útlegd.
Tá hesar linjur vórðu skrivaðar klokkan 10.00 var einki svar komið frá hesum báðum sparikassunum, so vit meta okkum hava fullan rætt til at staðfesta, at eisini teir hava latið hesar persónsupplýsingar til Ribers í Danmark í stríð við lógina um persónsupplýsingar.
LInkur til grein um lógarbrot: http://www.oyggjatidindi.com/brot+a+logina+um+skraseting+togn.html
----------------
Høgni Hoydal, var løgmálaráðharri, og hevði evstu ábyrgdina fyri, at lógin varð brotin, og at tað bar bankanum til at forfylgja føroyingum í Danmark