Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fekk lítið av blálongu

Dan Klein --- 11.05.2018 - 09:34

24. apríl kom Magnus Heinason aftur av blálongutúri. Fyribilsúrslitini geva ábending um, at tað er ikki nógv at fáa av blálongu. 

Eisini var lítið funnið av gýtandi blálongu á túrinum, men nógv var funnið av útgýttum fiski og fiski nær gýting. Hetta týðir uppá at blálonga gýtir í føroyskum øki.
 
Magakanningarnar vístu, at blálongan fyri tað mesta hevði etið svartkjaft, men eisini nakað av rækju og høgguslokki.
 
Les túrfrágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2018/FRAG1816.pdf