Fekk kjaftfisk
Perlur: Bjartur G. Reyðberg vitnaði í sak um fútabann. Greinin kundi lesast í Oyggjatíðindum, fríggjadagin 6. november 2009.
Saman við konuni, Onnu Solveig, hevði Bjartur Reyðberg Grástein, verið í Føroyum í ørindum. Hann vitnaði í einari sak um fútabann.
Sakin var fyri seinasta hósdag, skilst.
Skulu vit trúgva útvarpinum, og mest listnað blað og netsíða hjá ungdóminum, “mess”, so var, sambært hesum miðlum, ein sak hósdagin, um eina fjøruti ára gamla neyðtøku, sum fútabann var sett fyri at skriva um.
Og hesir miðlar førdu fram, at Oyggjatíðindi og blaðstjórin, Dan Klein, vóru partur av hesum fútabanninum. Men aftur til kunoyingin, sum var komin heilt úr Odense, at gera sína borgarligu skyldu í Havn.
Hóskvøldið var Bjartur Reyðberg, komin upp frá bildekkinum á Norrønu, har stóri Auto-kamparin var væl fráfarin...
Dagurin hevði verið strævin. Tíðliga um morgunin var hann møttur í rættinum, har honum var álagt at siga sannleikan, tí annars kundi hann verða álvarsama illa revsaður.
Nakað út á seinnapartin tá rættarfundurin var liðugur, vitjaði Reyðberg á politistøðini, at forvitnast um sak, hann hevði meldað í samband við svindil.
Her fekk maðurin at síggja hvussu út av lagi óprofessionell løgreglan var. Í staðin fyri sakliga at skifta orð, varð Bjartur tveittur í fongsul, og tað var um reppið, at løgreglan ikki drap mannin, sum helst hevði siglt av, var ein lækni ikki komin, tá Reyðberg rópti um hjálp.
Alt hetta bara tí løgreglan í Føroyum gjørdi tað, hon er best til. Nevniliga onki, sum helst, og tað dámdi teimum ikki at fáa at vita.
Men undir samanbrestinum, fekk løgreglan staðiliga at vita, at maðurin hevði hjartafeil frá barni av, og toldi ikki strongd, men hann var so illa viðfarin, at hann bløddi, og tí mátti maðurin gera vart við, at hann tók blóðtinnandi heilivág, og at hann tí kundi koma álvarsama til skaðis, slapp hann ikki undir læknahond. Onkur av politistunum gjørdi av, at tilkalla lækna, sum umgangandi kravdi, at maðurin varð latin leysur aftur, men tað var ikki uttan ókvæmisorð av teimum heilt grovu.
Tey orðini átti Rani Wardum, sum er rættiliga langt uppi í svørtu sektini hjá politinum.
Hvat hesin kom við av skuldsetingum, kann koma eina aðru ferð, men hetta var so grovt, at vóru somu orð søgd í Danmark, so vildi tað fingið sera álvarsamar avleiðingar.
Tann álopni varð útskrivaður úr brummuni til Landssjúkrahúsið, men slapp leysur aftur tá staðfest var, at tað ikki stóð um lív longur.
So kom kjaftfiskurin
Eitt var, at Bjartur Reyðberg Grástein, hevði havt ein buldrasligan túr í rættinum, og ein ikki minni buldrasligan á politistøðini, har vistnokk onkur rútur brotnaði.
Løgreglan upplýsti fyri miðlunum, at onkur bygdamaður hevði vitjað støðina, men hvat tað snúði seg um visti ongin. Øll vóru púra paff av hendingini...
Men nú stóð hann har uttanfyri salongina umborð á Norrønu, og tosaði við Sylvan Jacobsen, úr Syðradali, ið hann kendi sera væl frá ungum árum.
Knappliga, og uttan nakra ávaring, fekk Bjartur Reyðberg Grástein, ein so harðan kjaftfisk, at hann small niður.
Tað eydnaðist syrðadalsmanninum at leggja seg í millum, sum helst eisini hevur bjargað Bjarta frá fleiri sløgum, tí talan var um eina hending, sum kom úr ongum, so ikki var møguleiki ella stundir, at lofta nøkrum slag. Hann bløddi illa.
Bjartur Reyðberg Grástein, sigur, at hann ikki ivast í, at hendingin hevði nakað at gera við ørindir hansara í rættinum hósdagin.
- Eg kenni persónin, sum, eg eisini fyrr hava hjálpt, sigur Bjartur, ið váttar, at hasin kjaftfiskurin kom sum eitt skot, men annars gekk túrurin til Danmarkar væl...