Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Feilplaseringar í Almannaverkinum

Ungur maður við fylgjum av heilaskaða flytir inn á Dáan

Í tíðindasendingini á middegi í dag 23. august 2013 hoyrdu vit, at ungur maður, sum er vorðin fysiskt og samskiftisliga tarnaður vegna ein heilaskaða, skal flytast heim úr viðgerðartilboði í Danmark fyri at fáa bústað á umlættingarheiminum Dáanum í Klaksvík. Sambært mammuni, ber maðurin ikki menningartarn.

Vit meta, at um ein maður, sum tann nevndi, skal flytast heim til Føroyar, eigur tað at verða gjørt soleiðis, at tilboðið til hansara verður eins gott ella betri enn tað, sum hann fer frá. Tað eru fleiri persónar við líknandi fylgjum eftir heilaskaða, sum hava tørv á viðgerðar og bústaðartilboði uttan at fáa tað. Tað er tí sera átaluvert, at vit her á landi IKKI vilja gjalda. Hvørki fyri rehabilitering og eiheldur fyri virðiligt bústaðartilboð.

Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík er partur av samdøgursumlætting ið er tilboð til heimabúgvandi børn og vaksin við menningartarni.

Tað er tískil eyðsæð, at Dáin er ikki rætta staðið fyri unga mannin.

Javni mótmælir at gjarað verður út av teimun fáu plássunum, sum eru til umlætting. Javni vil tí uppá tað kraftigasta mótmæla at hesin maðurin flytir inn á Dáan. Latið Dáan fáa frið at vera umlættingarheim! Og latið unga manninum og øðrum í líknandi støðu fáa virðilig viðgerðar og bústaðartilboð!

Javni

Sigrun Wardum, forkvinna